Bayern Munchen hevur sent Jurgen Klinsmann til hús, nú felagið tykist hava mist møguleikan at endurvinna týska meistaraheitið. Bayern tapti um vikuskiftið 1-0 á heimavølli móti Schalke 04, og eru nú trý stig aftan fyri Wolfsburg á oddasessinum. Klinsmann er tí sendir til hús, og nýggjur maður í sessinum er Jupp Heynckes, sum er eitt av best kendu týsku venjaranøvnunum.










