Í Onglandi kjakast tey í hesum døgum nógv um, spælarar filma í fótbóltsdystum. Heimasíðan talkSPORT hevur gjørt ein atkvøðugreiðslu millum sínar lesarar um, hvør spælari hevur filmað mest í ensku Premier League. Týski álopsspælarin Jurgen Klinsmann, sum spældi fyri Tottenham, var tryggur vinnari í atkvøðugreiðsluni. Í hølunum á honum koma Steven Gerrard, Didier Drogba, Cristiano Ronaldo og David Ginola.