Í allan dag hevur Rás2 sent ?Klimaradio?, har fokus verður sett á veðurlagsráðstevnuna í Norðurlandahúsinum og vitjan Al Gore´s. Tað heldur fram seinnapartin. Klimaradio heldur fram til og við seinastu tíðindasendingina í dag kl. 17. Rás2 hevur fólk í Norðurlandahúsinum og fara tey at hava reportasjur og samrøður sohvørt høvi býðst.
Í sambandi við vitjanina hjá fyrrverandi amerikanska varaforsetanum hevur Óli Petersen gjørt eina tekniheilsan til Al Gore, sum verður prentað í Sosialinum seinnapartin.