Klima-ráðstevnan skal vekja politikarar

- Keyparar og brúkarar av føroyskum vørum krevja burðardygga framleiðslu. Men vinnan kann ikki sjálv taka røttu stigini, og hungrar eftir greiðum politiskum leiðreglum, sigur Ólavur Gregersen, samskipari av veðurlagsráðstevnuni TACC

Aftaná eina uppiborna páskahalgu, hava fyrireikararnir nógv um oyrini, nú setanin av stóru veðurlagsráðstevnuni í Norðurlandahúsinum av álvara nærkast longu 7. og 8. apríl í ár. Ráðstevnan, sum hevur fingið heitið Trans Atlantic Climate Conference, stytt: TACC, hevur tvey endamál: At seta fokus á veðurlagsbroytingar, við serligum atliti til havumhvørvið, umframt at kunna um ætlanirnar at seta á stovn ein transatlantiskan granskingarstovn, TACIT – TransAtlantic Climate Institute.

Stigtakari er Bitland, meðan Vinnuhúsið, Samvit og Nora eru medfyrireikarar.


Vitja Miðlahúsið

Tey bæði, Ólavur Gregersen, samskipari frá Bitland, og Tórunn Ellingsgaard, tíðindasamskipari, hava lagt leiðina framvið Miðlahúsinum í morgun, at greiða frá um fyrireikingarnar. Tey vita at fortelja, at atgongumerkjasølan gongur væl, hóast tað ikki er útselt enn.

- Vit hava selt eini 200 atgongumerki higartil. Skráin verður helst liðug í morgin, og tá ið hon er almannakunngjørd, rokni eg við, at fleiri fara at tekna seg, sigur Ólavur Gregersen. Fyrireikararnir hava roknað við eini 200-300 luttakarum, einamest granskarar, vinnulívsfólk, politikarar og miðlar. Seinni dagurin á ráðstevnuni er býttur upp í fýra workshops, ella verkstovur, har til ber at tekna seg til tvær og tvær.

Nú evnið eru altjóða veðurlagsbroytingarnar, er ætlanin bæði at lýsa støðuna, sum hon er, umframt at varpa ljós á, hvat okkara partur í Atlantshavi er, og hvussu kunnu vit vera við til at broyta óhepnu gongdina.

Bakgrundin fyri at skipa slíka ráðstevnu júst í Føroyum er, at her er servitan á altjóða støði um havstreymar kring Norðuratlantshavið, og Føroyar hava sum fiskiveiðitjóð nógva vitan um veður og tilfeingi í havinum.


Viðurkendir røðarar

Ráðstevnan er fyrst og fremst eina vinnu – og granskingarráðstevna. Sostatt er høvuðsmálið enskt, og fleiri av teimum 30 fyrilestrarhaldarunum eru altjóða viðurkendir og víðagitnir granskarar. Umframt sjálvandi høvuðsnavnið: fyrrverandi amerikanska varaforsetan og umhvørvisstríðsmannin Al Gore, sum verður mettur at vera millum teir 20 best umtóktu fyrilestrarhaldararnar í heiminum.

Al Gore hevur seinastu árini dúgliga gjørt vart við vandarnar, sum standast av veðurlagsbroytingum. Fyri hetta arbeiðið fekk hann í 2007 Nobel-friðarheiðurslønina saman við vísindafólkum hjá ST. Hansara sjónarmið er, at øll lond og allir einstaklingar eiga at taka ábyrgd á økinum, tí jarðarupphitingin hevur vanlukkuligar avleiðingar við sær.


Ikki bara moralur

Ólavur Gregersen og Tórunn Ellingsgaard greiða frá, at tað eru fleiri orsøkir til, at vit føroyingar eisini noyðast at fyrihalda okkum til alheims veðurlagsbroytingarnar – ikki bara útfrá einum moralskum og etiskum sjónarhorni.

- Men eisini, tá tað snýr seg um sølu og marknaðarføring, har tað í alt størri mun verður væntað av okkum, at vit kunnu dokumentera, hvussu vøran er veidd og framleidd, sigur Ólavur Gregersen. Tí vóna tey, at eitt umboð fyri risastóru handilsketuna Tesco kemur at greiða frá um meginbrúkaran, sum í alt størri mun krevur innlit í og prógv fyri, at framleiðslan fer fram á burðardyggum grundarlagi – tann politiski brúkarin eisini nevndur.


Ávirkar kappingarførið

Eisini vísa tey á, at einstaka vinnulívsfólki tekur ikki stig til umhvørvisverndartiltøk, um tað samstundis minkar um kappingarføri hjá viðkomandi. Tí er veruligi móttakarin av allari kunning um veðurlagsbroytingar og orkunýtslu politiska skipanin.

- Stórur tørvur er á, at politisk stig verða tikin sum skjótast, sigur Ólavur Gregersen. Og tey vísa á, at vinnan eftirlýsir eisini tiltøk, millum annað, tí tað er eitt krav frá brúkaranum, at kunna spora framleiðsluna. Men skal kappingin vera jøvn, tiltøkini munandi og fortreytirnar hjá vinnuni at virka undir í framtíðini gjøgnumskygdar, mugu mannagongdir og lógarverk vera púra greið, frá nú av og mong ár fram.


Nógvir fyrilestrar

Sum sagt verða nógvir spennandi fyrilestrar at hoyra. Evnini, sum ætlanin eru at lýsa eru: Havframleiðslan, varandi orka og orkusparing.

- Vit mugu vita, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka havumhvørvið og livilíkindini í havinum. Hetta fara tríggir ymiskir fyrilestrar at umrøða, sigur Ólavur Gregersen. Hann vísir á, at Føroyingar og føroysk gransking hava gjørt sær nógvar royndir síðstu árini, og at Føroyar eru serstakar í so máta, at vit liggja avbyrgdar mitt úti í Atlantshavi og liva av og í náttúruni.

- Tí snýr ein fyrilestur seg um, hvussu til stendur við toskaaling, sum alternativ til veiddan fisk, sigur Ólavur Gregersen.

Ein norðmaður fer eisini at greiða frá um royndirnar hjá norðmonnum við sporføri og dokumentatión í fiskaframleiðsluni. Úr Íslandi fara vit at frætta, hvussu íleggjarar og fíggingarstovnar meta um burðardygga framleiðslu, og um tað møguliga er ein fyrimunur fyri at fáa fígging, at framleiðslan verður rikin á burðardyggum grundarlagi.


Dýrabara orkan

- Í mun til orkunýtsluna er tað rættiliga hugstoytt at vita sær, at orkunýtslan er ein hin størsta útreiðslan hjá vinnuni. Sagt verður millum annað, at 22 prosent av inntøkunum frá útflutningi føroyinga fer til at keypa olju fyri, sigur Tórunn Ellinsgaard. Og Ólavur Gregersen vísir í hesum sambandi á, at tað serliga er áhugavert at kanna, hvussu vit kunnu spara olju í skipaflotanum og í oyggjasamfelagnum sum heild.

- Her kundi til dømis verið talan um, hvussu vit kunnu framleiða tilfeingi til orkuframleiðsluna, sigur Ólavur Gregersen. Og hann vísir á, at fleiri lovandi føroyskar verkætlanir eru í umbúna og aðrar hava longu prógva sítt virði.

- Eitt er, at vit kunnu granska okkum fram til varandi og alternativar orkukeldur fyri føroyingar. Men í alheims høpi er sjálvandi munabetri, bæði fyri umhvørvi og føroyskan útflutning, um allur heimurin er avtakari av okkara loysnum, sigur hann. Og hann nevnir verkætlanir við føroyskum bakmonnum, sum Injector Trawldoors hjá Jan-Allan Müller, sum vit øðrvísi trollemmunum minka um orkunýtsluna. Ella Decision 3 við Dánjal Jákup Jacobsen, sum hevur framleitt eina skipan, ið regulerar havmótstøðuna hjá skipum. Og úrslitini hjá Gilla Trónd, sum framleiðir orku úr tara.

- Hetta er alt viðkomandi fyri Føroyar, tí her kunnu vit geva okkara íkast til varandi orku og burðardygga framleiðslu, sigur Ólavur Gregersen, sum millum annað fegnast um, at fólk koma líka úr Brasilia, fyri at kunna seg um føroysku loysnirnar.


Samskipa verkætlanir

Men skal gransking og menning av alternativari og varandi orkunýtslu á sjónum vera lívi lagað, er eisini neyðugt at samskipa hesar verkætlanir. Ætlanin er, at ráðstevnan skal gerast spírin til Trans Atlantic Climate Institute, TACIT, sum er ein altjóða granskingar-, menningar- og útbúgvingarstovnur innan havumhvørvi, ið skal samskipa arbeiðið á havumhvørvisøkinum millum USA og Evropa.

- TACIT er ein vitanardepil, ið skal samskipa og fáa til vega fígging til verkætlanir innan veðurlagsbroytingar á sjónum, sigur Ólavur Gregersen. Her verður eisini hugsað um at inndraga vinnuna í fíggingina, tí hon hungrar eftir loysnum, sum kann minka um orkunýtsluna og um útlátið. Ólavur Gregersen ímyndar sær, at høvuðssætið fer at vera í Føroyum. Men enn er ikki greitt, hvør skal umsita stovnin, tí enn er tað bert á hugskotsstøði.

- Vit hava sjálvandi gjørt nakrar forkanningar og eftir øllum at døma er áhugi bæði úr norðurlondum og í USA, sigur hann og leggur afturat, at tað hevur stóran týdning, at vit hava úrslit og granskingarumhvørvi at vísa á í hesum sambandi. Eitt nú at Bogi Hansen, professari í havfrøði, virkar í Føroyum, sigur hann at enda.