Aðalfundurin hjá Kristiliga Lurtara- og Hyggjarafelag (KLH) var í Meinigheitshúsinum á Skála í gjár. Um 50 fólk vóru møtt til fundin. KLH er eitt felag, sum ráðgevur teimum loftbornu fjølmiðlunum. Endamálið hjá felagnum er at varðveita og verja tær kristiligu sendingarnar, sum verða sendar, og finnast at sendingum, sum eru skaðiligar fyri ta kristnu trúnna. Á fundinum í gjár varð serliga tosað um at verja børn móti sjónvarpssendingum við ósømiligum innihaldi. Funnist varð at sendingum við óhóskandi kynsligum innihaldi og harðskapi.
Uni Næs, formaður, legði fundarfrágreiðingina fram. Hann kom millum annað inn á tær nýggju avbjóðingarnar, sum eru fyri framman. - Endamálsorðingin hjá felagnum er góð, og hana eiga vit at halda fast við, segði Uni.
Janus Mohr heiðraður
Janus Mohr hevur starvast í útvarpinum síðani 1975. Nú hann gevst, valdi KLH at heiðra Janusi við einari sømdargávu fyri hansara arbeiði. Hann hevur gjørt nógvar andaligar sendingar í útvarpinum, millum annað hevur hann staðið fyri morgunlestrinum og Hetta Heilaga Evangeliið skrivar. Janus Mohr var sera glaður fyri gávuna, sum var ein kekkur áljóðandi 10.000 krónur.
KLH ongan lim í Kringvarpsnevndini
Fundarluttakararnir høvdu møguleika at gera viðmerkingar til tað, sum varð borið fram. Eitt av hjartamálunum hjá nógvum var, at fáa tær andaligu sendingarnar endursendar. Víst var á, at sjónvarpið endursendur mestsum allar føroyskar sendingar uttan tær andaligu.
KLH hevur havt ein lim í programnevndini hjá útvarpinum og hjá sjónvarpinum, men í uppskotinum til nýggja Kringvarpslóg hevur KLH ikki fingið tryggjað nakran nevndarlim. Andrias Petersen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin og formaður í Løgtingsins mentanarnevnd, greiddi fundarluttakarunum frá lógaruppskotinum. Andrias fegnaðist um, at útvarpið og sjónvarpið er lagt saman. Tað skuldi verið gjørt longu í 1984, segði hann.
Ein nevnd verður mannað við sjey nevndarlimum, sum skulu virka sum millumliður millum landsstýrismannin og Kringvarpsstjóran. Kringvarpið fær eitt umboð, løgtingið skal velja 4 nevndarlimir, og landsstýrismaðurin skal velja formannin og næstformannin.
Sambært Andriasi skal hetta gera Kringvarpið politiskt óheft. Fundarluttakararnir stúrdu fyri, at KLH onga ávirkan fer at fáa við nýggju lógini, men Andrias Petersen vísti á, at tað skuldi verið løgið, um eingin nevndarlimur verður í nýggju nevndini, sum umboðar sjónarmiðini hjá KLH.
Løgtingið fer væntandi at taka málið upp aftur, tá ið tað kemur saman aftur á Ólavsøku.










