Mannagongdin í málinum um yvirtøkuna og fíggingina av útbyggingini av flogvøllinum í Vágum fær harðar ákoyringar frá formanninum í Tjóðveldisflokkinum, Høgna Hoydal, ið sum kunnugt eisini situr í danska fólkatinginum.
- Eg eri skelkaður av, at eitt nú føroyskir fjølmiðlarnir als onki hava gjørt burtur úr málinum um Íleggingargrunnin fyri Føroyar og útbyggingina av flogvøllinum. Sum málið er handfarið frá føroyskari, politiskari síðu, er hetta næstan líka stórur kleyvarskapur, sum tá føroyska samfelagið kom at hanga upp á bankarnar fyrst í nítiárunum.
So avgjørdur er er Høgni Hoydal um ta loysnina, sum er funnin í sambandi við Íleggingargrunnin.
Fólkatingið samtykti hósdagin við 3. viðgerð at játta 365 mió. kr. úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar til útbygging av flogvøllinum í Vágum. Hetta merkir samstundis, at vøllurin verður yvirtikin 1. mai.
Málið um útbygging av flogvøllinum hastar, men politisk ósemja hevur verið um, hvussu útbyggingin skal fíggjast. Danir hava ikki viljað goldið fyri útbyggingina, og tí hevur verið samráðst um at brúka ein part av Íleggingargrunninum fyri Føroyar til endamálið. Hetta er nú veruleiki.
- Sum málið er handfarið frá føroyskari síðu, er hetta ikki minni enn ein gøla, sigur Høgni Hoydal og heldur, at landsstýrið við hesi loysnini hevur forerað grunnin burtur til danir.
- Og ikki nokk við tí. Tann myndin sum stendur eftirm, er, at danir standa eftir sum teir stóru gevararnir av fænum úr einum grunni, sum als ikki er teirra, men sum føroyingar eiga, sigur Høgni Hoydal.
Føroyski fólkatingsmaðurin heldur, at danir hava forsømt vøllin í nógv ár og eru slopnir alt ov alt í lætt burtur tí.
- Hetta er enn eitt dømi uppá, hvussu danskir embætismenn hava runnið um horn við føroyingum. Og ikki nóg mikið við tí, so sita teir enn tá og gera av, hvussu vøllurin skal útbyggjast. Ein útbygging, sum als ikki kann gerast fyri tær 365 mió. kr., sum eru settar av. Øll, sum hava innlit í hesi viðurskiftini vita, at íløgan verður munandi dýrari, sigur Høgni Hoydal.
Grunnur kann nýast til nógv endamál
107 atkvøddu fyri, tríggir blankt, meðan ongin var ímóti. Høgni Hoydal var ikki staddur í Fólkatinginum hósmorgunin undir atkvøðugreiðsluni.
Tað var hin føroyski fólkatingsmaðurin, Anfinn Kallsberg. Hann viðgongur, at tað er eitt kompromis at fáa flogvøllin útbygdan á henda hátt, men heldur samstundis, at hetta er ein loysn, sum føroyingar kunnu liva við.
- Danir hava í nógv ár ynskt at sleppa av við vøllin, og samráðst hevur verið aftur og fram millum føroyskar og danskar myndugleikar, um hvussu flogvallamálið skal loysast. Eisini í míni tíð sum løgmaður, sigur Anfinn Kallsberg.
Semjan gongur út upp á at niðukapitalisera Íleggingargrunnin við 365 mió. kr. til at leingja vøllin upp í 1.600 metrar, útbyggja terminalin og gera tekniskar dagføringar.
Anfinn Kallsberg sigur seg fegnast um, at tað endaliga er eydnast at finna eina loysn á flogvallamálinum.
- Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri infrakervið hjá føroyingum út í heim, har flogvøllurin er ein stórur fløskuhálsur í dag. Vit mugu minnast til, at har er lítið og einki gjørt í eini 20-30 ár, og at flogvøllurin er fullkomiliga afturúrsigldur, sigur Anfinn Kallsberg.
Íleggingargrunnurin er upprunaliga ein lánigrunnur, sum danir í árunum 1964-73 settu tilsamans 140 mió. kr. í. Fram til dagin í dag er hann vaksin til millum 800 og 900 mió. kr. Hetta merkir, at tað fara at liggja á leið 500 mió. kr. eftir, nú flogvøllurin fer avstað við 365 mió. kr. Men hesar 500-600 mió. kr. eru ikki tøkar, tí tær eru læntar út til millum annað undirsjóvartunlar, Landsverk, Sev og Atlantsflog. Áðrenn Sjóvinnubankin fór á heysin í oktober 1992, lænti Íleggingargrunnurin bankanum 200 mió. kr., sum aftan á húsagangin vórðu avskrivaðar.
Ongin neyv kostnaðarmeting er gjørd av útbyggingini av flogvøllinum, og tí skal møguligur meirkostnaður játtast yvir føroysku fíggjarlógina.
Fyri at bøta um skaðan, sum Høgni Hoydal metir er gjørdur í sambandi við Íleggingagrunnin, hevur hann lagt uppskot fyri Fólkatingið um, at føroyingar skulu yvirtaka grunnin.
- So hvørt lánini verða goldin aftur, kann grunnurin læna út aftur til onnur endamál, ið eru átroðkandi fyri føroyska samfelagið, sigur Høgni Hoydal.
Uppskotið frá føroyska fólkatingsmanninum til Fólkatingið, um at Føroyar skulu yvirtaka Íleggingargrunnin, kemur væntandi til 1. viðgerð beint aftan á páskir.