Týsdagin sást Togarinn koma við Kletti uppá sleip inn á Vág.
Íslendsku førini vóru ávegis til Belgia. Klettur er seldur til Belgia, hagar Togarinn sleipar hann, men trupulleikar við filtrum í motorinum fingu teir at steðga á í Vági, har m.a. fólk frá Vágs Skipasmiðju høvdu samband við bátarnar. Fyri at leggja Klett trygt at bryggju hjálpti eisini sleiparin Mercur hjá Vágs Skipasmiðju til.
Manningin, ið tekur sær av at fáa Klett til Belgia, er ikki sloppin í land í Føroyum orsakað av koronasmittuni.
Í góðveðrinum seinnapartin í dag fór Togarinn avstað aftiur við Kletti, og gongur leiðin til Belgia.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














