Klettur royndist bestur

16 bátar luttøku á árligu fiskikappingini hjá Draganum

Leygardagin var árliga fiskikappingin hjá Draganum. Luttakandi vóru 16 bátar, og gjørdist samlaða veiðan góð 4000 pund.

 

Tilmeldingin fór fram umborð á Draganum, og loystu bátarnir kl. 8. Tá ið bátarnir komu aftur kl. 17, varð veiðan vigað, og manningarnar bjóðaðar umborð á Dragan til heita suppu.

 

Síðan varð gjørt upp, og úrslitið av kappingini kunngjørt. At enda var uppboðssøla hildin, har fólk høvdu møguleika at keypa sær eitt kók av feskum fiski.
Alt í alt, aftur í ár eitt sera væleydnað tiltak.
Inntøkan av tiltakinum fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Dragin.


Úrslitið av kappingini gjørdist:

Nr. 1: Báturin “ Klettur” úr Hvannasundi við Elmar Simonsen og  Ditlev Lydersen, høvdu 1123 pund

Nr. 2: Báturin “Baranda” við Mikkjal Paula Lamhauge og Jakup Eydnugarð, høvdu 713,8 pund

Nr. 3: Báturin “Osla” úr Hvannasundi við Malenu F. Sivertsen og Debes Sivertsen, høvdu 367,4 pund

Stórsta fisk fekk báturin “Benjamin” við Sólarn Isaksen og Marna Isaksen.