Landsverk skrivar, at seinnapartin í dag loysnaði ein 20-25 tons tungur klettur úr beninum framvið landsvegnum á Stykkinum við Leynar. Nakað av smágróti kom á gongubreytina, men hóast hetta var eingin vandi á ferð.
Landsverk sigur, at í tíðini við við skiftandi frosti og bloti í jørðini, kann tað altíð væntast, at grót ella annað tilfar loysnar úr lendinum ymsastaðni í landinum.
Landsverk fer komandi dagarnar undir at kanna og tryggja benið á Stykkinum móti fleiri lopum.