KÍ vann í dag heili 6-0 á heimavølli ímóti B68. Hóast KÍ manglaði leikarar sum Ahmed Mujdragic, Semir Hadzibulic og Jóannes Bjartalíð, so gjørdu klaksvíkingar sítt og bankaðu B68 av. B68 er langt síðani flutt niður í næstbestu deildina.
Kortini var hýrurin á klaksvíkingum eitt sindur lunkaður á klaksvíkingum eftir dystarlok. Hetta tí, at Víkingur vann 2-0 ímóti B36, og harvið er KÍ framvegis eitt stig aftanfyri Víking áðrenn síðsta umfar komandi leygardag, tá ið KÍ spælir ímóti ÍF í Fuglafirði, meðan Víkingur spælir ímóti AB á Argjum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum hattrickskjúttin hjá KÍ, Páll Klettskarð, segði í samrøðu við Hilmar Jan Hansen á Rás2.