KÍ-liðskiparin, Páll A. Klettskarð, boðaði herfyri frá, at 2018 fór at vera seinasta kappingarárið hjá honum í KÍ á hesum sinni. Orsøkin er tann, at hann fer av landinum.
Tað er nú greitt, at hann skiftir til italskan fótbólt. Hann skal spæla við Breno í 5. bestu deildini í Italia. Hetta veit Norðlýsið at siga. Sáttmálin er galdandi í eitt kappingarár, sum er fram til mai.
Páll A. Klettskarð er 28 ára gamal og hevur skotið 111 mál í Betrideildini. 104 teirra eru skotin fyri KÍ, meðan hini sjey eru skotin fyri Víking kappingarárini 2010 og 2011.