Heimasíðan hjá Vanløse skrivar, at teirra lið ikki høvdu uppiborið meira enn tað sama í einum dysti, har teir vóru lítið skipaðir og skaptu fáar kjansir.
Páll Klettskarð hevði ein av teimum fáu, men málverjin vístu gott spæl, tá hann var einsamallur við klaksvíkinginum.
Hann megnaði tó ikki at skora og dysturin endaði við 1-2 sigri til Greve.
Tapið merkir, at Vanløse framvegis er á áttanda plássi í deildini, men Greve, sum teir taptu fyri í gjár, er einans tvey stig aftanfyri og hevur spælt ein dyst minni.
Erling Jacobsen, sum ikki hevur spælt teir síðstu dystirnar, er skaddur í øklinum. Men sum skilst, so hevur hann vant eitt sindur í síðstuni og er ikki langt frá at vera tøkur aftur.