- Vit fara at koyra á víðari. Orðini eigur álopsmaðurin hjá KÍ, Páll Klettskarð, sum saman við liðfeløgunum tapti í effodeildini fyri fyrstu ferð síðani triðja umfar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Páll Klettskarð aftaná 2-4 tapið hjá KÍ ímóti ÍF í dag, har Páll Klettskarð sjálvur skoraði til 1-1.
Hóast tapið heldur Páll Klettskarð ikki, at KÍ-arnir skulu broyta tað stóra, men heldur venda aftur til hugburðin, sum hevur givið teimum so nógv stig í fyrru hálvu av kappingini.
Men Páll Klettskarð er eisini ærligur um tapið í dag: - Hetta er ikki ein góð kensla, staðfestir hann.