Klettskarð gav Bjartalíð heiðurin

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr trímálsskjúttan hjá KÍ, Páll A. Klettskarð taka samanum stórsigurin ímóti Skála

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við stóru málhetjuna hjá KÍ, Páll A. Klettskarð, sum skeyt hattrick, tá KÍ fyrr í kvøld vann ein knúsandi 5-0 stórsigur á KÍ við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Páll A. Klettskarð kappast við Jóannes Bjartalíð um at gerast toppskjútti hjá KÍ í ár. Páll A. Klettskarð er komin uppá 14 mál í effodeildini í ár, men hann er enn aftanfyri Jóannes Bjartalíð, sum hevur skotið 15 mál í effodeildini higartil.

 

Páll A. Klettskarð ynskir kortini at framhevja júst Jóannes Bjartalíð fyri góð innlegg og góðar sendingar, og trímálshetjan hjá KÍ slær fast, at tað er lætt at skjóta hattrick, tá ein hevur so dugnaligar liðfelagar, sum Jóannes Bjartalíð á liðnum.

 

Páll A. Klettskarð er tó sjálvkritiskur um avrikið í fyrra hálvleiki, tá KÍ bert var á odda við einum máli. Hann heldur, at aftaná skjóta leiðslumálið fullu KÍ-ararnir í støði, men tað bøttu teir um í seinna hálvleiki.