Páll Klettskarð skoraði til 3-2 nakað inn í seinna hálvleik, men tað eydnaðist tíverri HIK at javna fimm minuttir fyri leiklok. Teir báðir føroyingarnir í Vanløse vóru sum vant við frá byrjan til enda, og spældu í hvør sínum enda á vøllinum. Heimasíðan hjá Vanløse skrivar um tveir stórar kjansir hjá Páll Klettskarð ? í tveimum umførum var klaksvíkingurin púra leysur við málverjanum, men tað eydnaðist ikki at skora. Tí var tað gott, at hann fekk bóltin í netið, tá hálvur tími restaði. Vanløse liggur sum rættiliga miðskeiðis í deildini, er nummar níggju og hevur passaliga fjarstøðu til botnin, men ov langt upp til har, tað av sonnum er spennandi at spæla.
LesarabrøvLesarabrøv