Síðani Petra Johnsdóttir Joensen varð koyrd úr starvi í juli hevur aðalstjórin í Almannamálaráðnum virkað sum fyribilsstjóri í Almannaverkinum aftur at aðalstjórastarvinum.
Men tann uppgávan – at vera aðalstjóri og stjóri á einum av landsins størstu arbeiðsplássum í senn – er ov stór fyri ein og sama persón.
Tað staðfestir Annika Olsen, sum nú hevur sent Eyðun Mohr Hansen inn á stjóraskrivstovuna í Almannaverkinum at vera burturav, til nýggjur stjóri er settur. Tað merkir samstundis, at hann er loystur frá aðalstjóra uppgávuni í Almannamálaráðnum.
Annika Olsen hevur í staðin sett Johnhard Klettheyggj at røkja uppgávuna sum aðalstjóri, til Eyðun Mohr Hansen er leysur úr Almannaverkinum. Johnhard Klettheygg er leiðandi løgfrøðingur fyri bæði Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið.
- Avgerðin varð tikin og sett í verk um vikuskiftið, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Hon vil tó ikki siga, hvørt tað var eitt mistak at lata Eyðun Mohr Hansen røkja bæði aðalstjórastarvið og stjórastarvið á Almannaverkinum í senn.
Men landsstýriskvinnan í almannamálum sigur seg tó hava roknað við, at tað fór at ganga skjótari at seta nýggjan stjóra fyri Almannaverkið.
Sum skilst verður lýst eftir nýggjum stjóra til Almannaverkið fyrsta dagin. Men harafturat má roknast við, at tilgongdin at seta nýggjan stjóra tekur tíð.