Seinna hálva í triðja umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Einki mál kom í stóra dystinum hetta umfarið, sum var millum Paris Saint Germain og Real Madrid.
Cristiano Ronaldo fekk eitt stig og eitt klemm í dystinum. Ein óboðin gestur valdi at renna inn á vøllin við tí fyri eyga, at klemma Ronaldo, sum tó ikki tóktist so fegin um hugskotið.
Bólkur A:
Malmø gjørdi bart í dystinum móti Shakhtar Donetsk í Svøríki. Malmø vann 1-0 og hevur tryggjað sær síni fyrstu stig. Markus Rosenberg skoraði málið. Malmø kundi havt vunnið við fleiri málum.
Stórdysturin millum PSG og Real Madrid endaði málleysur. Cristiano Ronaldo mundi verða nærmastur at avgera, tá hann eftir skjótálop var nær við.
Bólkur B:
Anthony Martial varð enn eina ferð hetjan hjá Manchester United. Franski áleyparin tryggjaði United eitt stig á útivølli í Moskva. Wolfsburg legði bilgøluna afturum seg og vann 2-0 á PSV.
Bólkur C:
Atletico Madrid vann stórt á FC Astana, meðan Galatasaray vann á Benfica. Tvey stig skilja trý tey stóru liðini í bólkinum.
Bólkur D:
Í Manchester stórfegnast tey um 2-1 sigurin á Sevilla. Serliga tí sigurin kom í hús heilt móti endanum. Kevin de Bruyne var stóra hetjan. Í Torino megnaði Juventus ikki at knekka Gladbach.
Bólkur A:
Malmø – Shakhtar Donetsk 1-0
PSG – Real Madrid 0-0
Bólkur B:
CSKA Moskva – Manchester United 1-1
Wolfsburg – PSV 2-0
Bólkur C:
Atletico Madrid – FC Astana 4-0
Galatasaray – Benfica 2-1
Bólkur D:
Juventus - Borussia Moenchengladbach 0-0
Manchester City – Sevilla 2-1