Klekja hugskot til kapital

kunningartøkni skulu hava góð kor at fremjast í verki. Tí setir landsstýrismaðurin í vinnumálum á stovn ein klekingardepil, ið skal stuðla gongdini frá hugskoti til fíggjarligan vinning

 

Dugnaligir føroyingar innan kunningartøkni skulu hava góðar sømdir at gera hugskot til veruleika.

Hetta heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Og tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at stovna ein KT-klekingardepil at klekja hugskot til veruligar verkætlanir.


Í gongd beinan vegin

KT-klekingardepilin skal í gongd sum skjótast. Uppgávurnar hjá honum verða »at skapa serligar karmar fyri menning av nýggjum KT-fyritøkum, við at geva teimum virkisligar karmar og lætta teimum um atgongdina til fígging og ráðgeving í byrjunartíðini«, sum tað stendur í reglugerðini fyri depilin.

Hetta merkir sambært Bjarna Djurholm ikki, at KT fólk nú fáa eina slangu inn í landskassan. Í staðin fáa tey eina hjálpandi hon til at fremja í verki hugskot, sum kunnu vera samfelagnum at gagni. Og hendan »hjálpandi hondin« verður ikki beinleiðis fíggjarligur stuðul, men karmar at arbeiða undir, holl ráðgeving og hjálp at leita sær fíggjarligan stuðul frá privatum og grunnum.

Í hesum sambandi vísir landsstýrismaðurin á, at klekingardepilin til dømis veitir slíkar karmar, sum skrivstovu og telduútgerð til tey, sum fara í gongd við eina verkætlan við stuðuli frá klekingardeplinum. Harafurat kemur so ráðgevingin og fíggjarligi stuðulin.

? Vit kunnu siga, at endamálið við KT-klekingardeplinum er at geva ungum klókum høvdum eitt spark í dintilin til at handilsgera nýgg hugskot. Tað skal vera møguligt at granska fyri at vinna pening og ikki at granska fyri søkina hjá granskingini, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.


Virkar sum slúsa

Júst tí, at KT-klekingardepilin skal virka sum eitt spark í dintilin, er ikki meingin, at tey, sum koma undir veingjabreiðið hjá deplinum skulu verða verandi har.

Meingin er, at góðu hugskotini skulu mennast og klekjast í klekingardeplinum, soleiðis at tey enda sum søluvøra til útflutnings. Og tá kann klekingardepilin møguliga krevja at fáa ein bita burtur av vinninginum ella lut í partabrøvunum, sum takk fyri hjálpina.

KT-klekingardepilin hevur enn einans 800.000 krónur í kassanum. Tí er ætlanin, at Framtaksgrunnurin, møguliga í nýggjum líki, skal stuðla áhugaverdum KT-ætlanum fíggjarliga.

? Tað skal ikki vera meingin, at tú til dømis skalt brúka allan tín arv, fyri at hava møguleikan at menna eitt hugskot til nakað ítøkiligt, sigur Bjarni Djurholm.

Partur av hugskotinum um nýggja KT-klekingardepilin kemur frá ísraelsferðini hjá Bjarna Djurholm fyri stuttum.