Kleking klekir nýskapandi hugskot

Kleking er fyri íverksetarar sum júst eru komnir í gongd og tey sum ganga við einum góðum hugskoti, ið tey kundu hugsað sær at gjørt til veruleika.

TÍÐINDASKRIV

Hjá Kleking fáa íverksetarar góðar karmar at menna sítt hugskot. Kleking bjóðar íverksetarum skrivstovupláss millum annað í einum spennandi nýskapanarumhvørvi hjá Bitland, har atgongd er til fundarhøli, kantinu, internet, skrivstovuhentleikar og tað, sum hartil hoyrir. Tað ber eisini til at húsast aðrastaðni í Føroyum.
Treytin fyri at fáa pláss hjá Kleking er, at hugskotið er nýskapandi og kunnu mennast til vørur ella tænastur, ið kunnu útflytast. Talan skal sostatt vera um hugskot, ið kunnu hava allan heimin sum marknað. Til dømis kann talan verða um eina háteknologiska vøru, ein nýggjan framleiðsluhátt, eina uppfinning við handilsmøguleikum, eina nýggja tænastu ella eitt nýskapandi, vitanargrundað handilskonsept. Kleking hjálpir til at klekja hugskotið, so tað kann mennast frá eini ætlan á pappírinum til eina verkætlan í veruleikanum.
Umframt at geva ráð og útvega fakliga ráðgeving uttanhýsis, hjálpir Kleking íverksetarum eisini við at útvega kapital, skrivstovuhjálp, umsitingarligar tænastur, bókhald og løgfrøðiliga ráðgeving.
Saman við íverksetararum metir Kleking um tøkniligu og marknaðarligu møguleikarnar. Ein fullfíggjaða menningarætlan verður gjørd fyri ta tíðina Kleking hjálpir at menna hugskot og verkætlan. Hetta fyri at hugskotið skal kunna gerast veruleiki.
Kleking hevur pláss fyri sjey verkætlanum, ið kunnu brúka tilsamans níggju skrivstovupláss. Kleking hevur júst nú pláss fyri trimum verkætlanum, og seinni í ár verður pláss fyri eini afturat.
Tvær verkætlanir eru júst floygdar eftir eitt væleydnað tvey ára tíðarskeið hjá Kleking.
Decision3 hevur ment eina sera framkomna skipan, kallað GreenSteam. Hon gevur skipum møguleika at minka munandi um oljunýtsluna. Tað verður gjørt við ymsum mátingum umborð, umframt mátingum av millum øðrum veðri og aldu. Út frá hesum tølum gevur skipanin boð um, hvussu flot, trim og ferð á skipinum skal verða, fyri at tað skal brúka sum minst av olju.
Decision3 hevur eftir tvey ár hjá Kleking fingið luft undir veingirnar, millum annað tí fleiri íleggjarar hava víst teimum álit og sett pening í virkið.
Føroya Sporførisskipan ger tað møguligt hjá virkjum í fiskivinnuni at samskifta talgilt við øllum skjølum, soleiðis at tað er møguligt at fylgja við heilt frá tí, at fiskur verður veiddur, til hann stendur á døgurðaborðinum. Verkætlanin er virkin í dag.
Fýra verkætlanir verða í løtuni klaktar í okkara góða og mennandi íverksetaraumhvørvi.
Zmartbox er eitt slag av tryggum e-posti, ið kann brúkast, tá skjøl skulu sendast frá eitt nú seljara til keypara. Zmartbox hevur fingið sín fyrsta kunda, ið brúkar skipanina til at senda 150 starvsfólkum lønarseðlar.
I-invest, sum er stovnað saman við Set, mennir Sealpin, ið er útgerð til at tetta lekar á skipum og tangum innanífrá.
Ocean Rainforest, sum er stovnað saman við strategiskum íleggjarum, ætlar at ala tara kring Føroyar og selja hann sum rávøru, eitt nú til at virka brennievni av.
Tutl arbeiðir við at menna sítt virksemi, so Tutl verður mest eftirspurdi tónleikaútgevarin og konsertfyriskiparin hjá bólkum, ið vilja spæla egnan upprunatónleik. Gongur tú við einum góðum virkishugskoti, kom so til okkara og vita, um júst títt hugskot kann fáa luft undir veingirnar.
Íverksetarar sum ganga við einum góðum virkishugskoti, eru vælkomnir at seta seg í samband við Kleking og vita, um júst títt hugskot kann fáa luft undir veingirnar. Kleking er eitt átak hjá Vinnuframagrunninum. Les meira á www.kleking.fo.