Kleist vil hava fleiri upplýsingar

- Grønlendska heimastýrið vil hava fleiri upplýsingar í málinum um fangaflogførini hjá CIA. Tað segði Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, eftir at hann hevði tosað við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra og Lene Espersen, uttanríkisráðharra í dag.

-Tað eru ávís viðurskifti, sum vit mugu hyggja nærri at, og tí fara vit at venda aftur til uttanríkisráðharran, segði landsstýrisformaðurin.

Eitt skjal, sum WikiLeaks hevur kunngjørt, bendir á, at danska stjórnin tosaði við tveimum tungum, tá málið um CIA-flogførini var frammi. Sambært táverandi amerikanska sendiharranum í Keypmannahavn, James Cain, høvdu danskir embætismenn sagt, at amerikanararnir høvdu ikki orsøk til at stúra, hóast danska stjórnin alment segði, at hon fór at kanna málið til botns.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at hann fer at tosa við forsætisráðharran um fangaflogførini hjá CIA fyri at fáa staðfest, um tey flugu í føroyskum loftrúmi.