Nú er tað stutt ímillum, at teir á Svangaskarði vita frá nýggjum tíðindum at siga.
Í dag er søgan, at Villiam Emil Klein og Bartal Páll Klein hava skrivað undir sáttmálar, sum siga, at teir eisini í 2024 fara at spæla við B68.
Villiam Emil og Bartal Páll eru brøður. Villiam Emil hevði 23 ára føðingardag í gjár, og Bartal Páll verður 15. desmber 17 ár.
Teir eru uppvaksnir í høvuðsstaðnum, og teir hava spælt fótbólt í feløgum í høvuðsstaðnum, áðrenn teir í 2023 fluttu inn á Toftir og til B68 og undir veingjabreiðið á Jákupi á Borg.
Teir eru báðir framrættaðir spælarar.
Villiam Emil var síðsta kappingarár 20 ferðir á vøllinum í bestu deildini, og hann skoraði fýra mál.
Bartal Páll var í 2023 við í 11 dystum í bestu deildini. Í næstbestu deildini var hann við í 13 dystum og skoraði 13 mál.