Undir kalda krígnum tóku tey mest russaraforskrektu fólkini í vesturheiminum hjartaliga synd í russum, sum ikki kundu keypa tyggigummi.
Tyggigummi var í teirra hugaheimi ímyndin av frælsi.
Men er tyggigummi nú so himmalskt, at vit ikki kunnu vera tað fyriuttan?
Mítt annars stóra tollyndi røkkur ikki til handilsfólk, sum sita og jagla, so alt andlitið fer av lagi, og bløðran brestir. Ei heldur til politikarar og onnur, sum sita við fullum munni og illa fáa tosað.
Tyggigummi er eisini ein dálkingarkelda.
Tað er stórarbeiði at fáa tyggigummi burtur, tá ið tað er komið á klæðini ella í sofuna. Er tað komið niður á gólvið, ber til at skava tað burtur við einum knívi.
Dømi eru fleiri um, at børn hava sett tyggigummi í hálsin.
Á netinum finnast alskyns evni til keypa at brúka móti tyggigummidálking.
Men tað fúlasta og ljótasta við tyggigummi er uttandura dálkingin.
Royn eina ferð at hyggja niður fyri føturnar, tá ið tú gongur eftir eini gongubreyt. Stutt er millum gráu ella ljósareyðu blettirnar, sum eru so rimmarfastir í asfaltinum. Klattarnir eru tættastir uttan fyri samkomuhús, skúlar og onnur høli, har nógv fólk koma, og roykiforboð er inni.
Eg havi einki frætt um, at nøkur kommuna brúkar pening til at reinsa goongubreytir og gøtur fyri tyggigummi. Men tað gera kommunur aðrastaðni, og tað reinhaldið er ein ovurhonds stór útreiðsla, tí tyggigummi er torført at fáa burtur. Tað kleiggjar og fæst ikki burtur við kusti. Tað verður traðkað niður í asfaltið og býtur seg fast millum flísarnar. Og so er tað ljótt eisini.
Kommunan í Keypmannahavn hevur roknað seg fram til, at tað kostar 10 krónur at fáa bara eitt tyggigummi upp úr asfaltinum. Hvørt ár brúkar kommunan 7,5 mió. krónur bara til at fáa ráðhúsplássið reint fyri tyggigummi.
Omaná alt er tyggigummi eisini skaðiligt fyri djór. Til dømis kunnu fuglar halda tyggigummi vera mat. Hetta kann hava við sær, at nevið verður klistrað saman, og teir doyggja í hungri.
So næstu ferð tú skalt av við eina tuggu, koyr hana í eitt pappír í lummanum ella spýt hana í eina ruskspann. Ger sum tilvitandi roykjarar við sigarettstubbarnar.