Klavertalent konsertir í Føroyum

Í kvøld hevur danska Christina Bjørkøe klaverkonsert í Fuglafirði. Um vikuskiftið verður hon at hoyra í Norðurlandahúsinum og í Trongisvági. Danska Christina Bjørkøe hevur leingi verið mett sum ein av bjartastu klavertalentunum í Norðanlondum. Serstakliga hava innspælingar hennara verið vælumtóktar, og vann hon eitt nú Danish Grammy Award í 2005 fyri innpæling sína av verkum eftir Knudåge Risager. Bert 5-ára gomul byrjaði Christina at leika klaver hjá móður síni. Hon gekk síðani hjá Teresu Koppel og hevur lisið á so navnframum skúlum sum Julliard School of Music í New York og Kongaliga Danska Konservatoriinum í Keypmannahavn.

Christina ferðast víða við klaverkynstri sínum og er hon lærari á Konservatoriinum í Odense. Hon fer eisini at leggja ungum klavernæmingum í Musikkskúlanum lag á, nú hon vitjar.

Til konsertirnar framførir hon millum annað verk eftir Carl Nielsen, Schubert og Ravel. Eisini fer hon at framføra verk eftir Olivier Messiaen, ið varð borin í heim fyri júst 100 árum síðani.

Konsertskráin komandi dagarnar sær soleiðis út: Mentanarhúsið í Fuglafjørð, hósdagin 24. apríl kl. 19.30; Skúlin í Trongisvági, leygardagin 26. apríl kl. 16.00; Norðurlandahúsið, sunnudagin 27. apríl kl. 16.00. Atgongumerki til konsertirnar kosta kr. 100, og fáast til keyps á heimasíðuni www.nlh.fo.