Fyri fýra árum síðan staðfesti ungi klaverleikarin Mattias Kapnas, at hann hevur nøkur heilt serlig tónleikaliga evnir, tá hann vann fyrstu Stella Polaris kappingina, og bleiv tað aftur staðfest í kvøld, tá hann vann FMA-virðislønina Ársins sangari/einleikari í Opna flokkinum. Tað var Pernille Rostgård Olsen, umboð fyri KODA, ið handaði Mattiasi Kapnas virðislønina.
Mattias Kapnas vinnur virðislønina, eftir at hann í fjør gav út fløguna Kapnas spælir Blak, ið er tilnevnd til Ársins útgávu/konsert í Opna flokkinum. Harumframt varð Kristian Blak tilnevndur til Ársins Kompositión fyri lagið Vatn og grót, ið Mattias Kapnas spælir á útgávuni.
Hetta er fyrstu ferð, at Mattias Kapnas vinnur eina FMA-virðisløn, men var hann tilnevndur til Ársins nýggi bólkur/navn í 2015.
Hini sum vóru tilnevnd til virðislønina í ár vóru Kim Kristensen og Teitur Lassen.










