Bárður Johannesen, klaverleikari úr Tórshavn, hevur drúgvar royndir á palli bæði í Føroyum og í Danmark. Við sær í tónleikaskjáttuni hevur hann eisini eina útbúgving innan rytmiskan tónleik frá 2002. Tónleikaliga barlastin og frálíku tónleikaligu evni hansara bæði einsamallur á palli og í tónleikabólkum, eru orsøk til at hann er heiðraður, virðisløntur og viðurkendur sum tónleikari.
Aftan á fyrstu útgávu sína, útgávuna Ancient Forgotten Stories í 2010, var Bárður í 2011 útnevndur til Ársins besti tónlistamaður av Chartbase – størsta sjálvstøðuga tónleika- og hitlista-síða í DK.
Sama árið vann hann eisini Great Song Contest of Amnesti International við sanginum Verð fyri øll og The Great American Song Contest við Gamle legender eitt sangur fyri ljóðfør.
Sopie er fyrsta staklag hansara síðani Stars and Oceans, 2015, sum Bárður eisini fekk góð skoðsmálfyri.
Og nú Bárður Johannesen skal framføra sín tónleik í Spaniastovu á fyrsta sinni er nýggja staklagið Sophie eitt av ferskastu og mest spældu løgum í Føroyum seinasta mánaðin.
Við sær á pall hevur Bárður Johannesen úrmælingarnar Brand Jacobsen, slagverk, og Eyðun E. Johannesen, bas.
Konsertin byrjar stundislga klokkan 22 og dyrnar lata upp klokkan 21:30.
Fleiri skotsmál her:
http://www.chartbase.dk/soegning.php?soeg=b%E1r%F0ur+johannesen&hitliste=1&artikler=1
http://tutlrecords.com/artists_show.php?ArtistId=164
https://dagur.fo/sophie-bardur-johannesen-vid-nyggjum-staklagi











