Klaverkonsert í Norðurlandahúsinum

Sunnudagin 27. apríl kl. 16 verður konsert við danska klavertalentinum Christina Bjørkøe í Norðurlandahúsinum. Danska Christina Bjørkøe hevur leingi verið mett sum ein av bjartastu klavertalentunum í Norðanlondum. Serstakliga hava hennara innspælingar av klavertónleiki vunnið frama.

 

Bert 5-ára gomul byrjaði Christina at spæla klaver hjá mammuni, síðani gekk hon hjá Teresu Koppel og hon hevur lisið á Julliard School of Music í New York og á Kongaliga Danska Tónlistarskúlanum í Keypmannahavn.

 

Hon hevur fingið nógvar virðislønir fyri spæl sítt - herímillum kunnu stóra Victor Borge Heiðurlønin, Carl Nielsens Rejselegat og Danish Grammy Awards nevnast.

 

Tá ið hon ikki ferðast runt og heldur konsertir, starvast hon sum lærari á Tónlistarskúlanum í Odense. Meðan hon vitjar í Føroyum, fer hon tískil eisini at leggja ungu klavernæmingunum lag á.

 

Sunnudagin verða verk eftir Carl Nielsen, Schubert og Ravel framførd, umframt at Christina eisini fer at framføra verk eftir Olivier Messiaen, sum varð borin í heim fyri júst 100 árum síðani í ár.

 

Umframt konsertina í Norðurlandahúsinum, fer Christina eisini at spæla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hósdagin 24. apríl kl. 19.30 og í skúlanum í Trongisvági leygardagin 26. apríl kl. 16.

 

Atgongumerkini, sum eru til keyps á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo, kosta 100 kr.