Klaus Meine lovar ordans rockshow

Rockbólkurin Scorpions hevur júst spælt fyri 250.000 fólkum í St. Petersborg, men sangarin í bólkinum gleðir seg nógv at koma til Føroya at spæla fyri 10.000 føroyingum Føroyingar hava leingi glett seg til vitjanina av heimskenda rockbólkinum Scorpions, sum skal spæla á Summar Festivalinum í august. Og sambært oddamanninum í bólkinum, gleða teir í Scorpions seg eisini at koma til Føroya.

 

- Tað hevur gingið sera væl hjá okkum á hesari konsertferðini. Vit hava júst spælt fyri 250.000 fólkum í St. Petersborg, men vit gleða okkum sanniliga eisini at koma til Føroya at spæla. Føroyingar skulu fáa eitt ordans rockshow, segði Klaus Meine í samrøðu í útvarpssendingina Radius seinnapartin.

 

Scorpions er tiltikin sum ein livebólkur, og hóast bólkurin vanliga spælir til stórar konsertir í stórum býum kring heimin, hava teir sett tíð av, so teir kunnu koma til Føroya at spæla fyrst í august.