Klatriveggurin í Marghøllini tikin í nýtslu

Høgi klatriveggurin og minni boulderings-klatriveggurin hava nú staðið sína roynd.

Næmingar frá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy hava nú tikið í nýtslu bæði  høga klatriveggin, og tann minna boulderings-klatriveggin í Marghøllini í Vági í nýslu.

 


Undirvísarar á Ítróttaháskúlanum hava gjørt tær fyrstu klatriruturnar, og hava í vikuni havt skeið í klatring fyri næmingum á Ítróttaháskúlanum. Ein týðandi partur av skeiðnum fevnir um trygd, trygd og aftur trygd, siga undirvísararnir á Ítróttaháskúlanum, skrivar Marghøllin á sínum fb-vanga.

 

 

Talan er um Føroya størsta klatrivegg, ið fólk frá fyritøkuni Abekatten / Virklund Sport hava sett upp.