Í Ný Sælandi leita bjargingarlið eftir trimum monnum, sum duttu á sjógvin, tá teir tóku lut í einum klatriskeiði nærhendis býnum New Plymouth.
Myndugleikarnir siga, at 13 klatrarar vóru í hópinum, teirra millum nakrir útlendingar. Tríggir teirra duttu á sjógvin, men tað eydnaðist at bjarga einum teirra. Ein av leiðarunum leyp á bláman at hjálpa hinum báðum, men allir tríggir hvurvu.
Løgreglan í New Plymouth sigur, at tað er nógv brim á staðnum, og at tað eru smáar vónir um at finna nakran av teimum trimum aftur á lívi.