Klassiskir tónar á Roskilde

Tivolis Symfoniorkester fara í ár eisini at spæla á Roskilde Festivalinum, har tey bjóða uppá avbjóðandi klassiskar tónar. Hóast rútmiski tónleikurin er tann størsti á Roskilde Festivalinum, hava fyriskiparirnir í ár valt at geva áskoðarunum ein steðg frá elgittarum og villum trummum. Steðgurin er Tivolis Symfoniorkester.

 

Orkestrið fer at bjóða uppá frískar og avbjóðandi kompositiónstónleik við serligum atliti at 20. øld; frá litfagra ljóðinum hjá Sjostakovitj og Stravinsky til minimalisku meditatiónirnar hjá Arvo Pärt.

 

27-ára gamli Alexander Shelley stjørnar. Hann hevur í nøkur ár verið partur av konseptkonsertunum ?440 Hz? í konsertsalinum í Tivoli, har hann hevur megnað at bergtikið áskoðararnar við einum klassiskum úrvali av tónleiki.