Hóskvøldið 28. november 2000, kl. 19.30 verður triðja konsertin av sjey í vetur hjá Or(eus , tónleikafelagi Norðurlandahúsinum, og hesaferð verður tað DOGME- trioin, ið er mannað við trimum tónleikarum Alice Testrup, Danmark, klaver, Kanny Sambleben, violin og Ib Hermann, Danmark, cello.
Tey trý spældu fyri fyrstu ferð saman í 1952. Tá lósu tey á konservatoriinum í Keypamannahavn. Tey hava gjøgnum árini øll trý verið sera virkin innan tónleik, og nú øll trý eru pensioneraði, eru tey aftur farin at spæl saman.
Alice Testrup hevur verið lærari á tí Kongaliga Danska Konservatoriinum, sum so mangir aðrir royndir tónleikarar.
Kanny Sambleben var í sínari tíð fiólleikari í Sjællands Symfoniorkester, og seinni hevur hann verið musikkskúlalærari í Føroyum.
Kanny og norðmaðurin Magne Synnevåg tóku stig til at stovna Føroya Symfoniorkestur í 1983.
Ib Hermann hevur verið celloleikari í Kongaliga Danska Kapellinum.
Navnið DOGME- trioin kemur av, at tey siga seg hava undirvíst fyri seg.
Á skránni á konsertin 30. november verða spæld verk eftir: Haydn, Beethoven og Brahms.