Klassiskar tónleikaperlur á fløgu

Framløga av nýggju fløguni “Klassiskar tónleikaperlur 2” við Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á klaver, verður í handlinum hjá Tutl í dag klokan 16:30.

 

Fløgan “Klassiskar tónleikaperlur 2”, er ein nýggj røð av kendum og minni kendum løgum úr ymiskum londum og í ymiskum búna.

 

Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg koma ávikavist úr Sveits og Danmark og búgva báðar í Føroyum. Tær byrjaðu at framføra saman í 2008. Síðani tá hava tær havt nógvar konsertir ymsastaðni í Føroyum. Í 2009 góvu tær út fløguna “Klassiskar tónleikaperlur”.

 

TMTA (Tucson Music Teacher Association) hevur bjóðað teimum at spæla í Tucson, Arizona í USA í januar 2013.

 

Umframt í Tutl so verður útgávukonsert somuleiðis á Bátasavninum í Leirvík sunnudagin millum klokkan 15 og 18.