Klassiskar og rytmiskar konsertir

Konsertfelagið skipar um viksuksiftið fyri teimum klassiskum og rytmiskum konsertum. Byrjað verður í Runavíkar skúla í kvøld og leygardagin verður konsertin í Listaskálanum

Í kvøld og leygardagin skipar Konsertfelagið fyri tveimum konsertum við klassiskum og rytmiskum innihaldi.

Tað verða tey trý Monika Joensen, Torben Bechmann og Fiona Bechmann, sum fara at spæla og tað skuldi borgað fyri góðsku.

Skráin er, sambært tíðindaskrivi frá Konsertfelagnum, bæði løtt og fjøllbroytt.

Monika Stauss Joensen fer at spæla verk eftir Dvorak og Mendelsohn, Torben Bechmann eftir Gershwin og Fiona Bechmann fer at spæla verk eftir Gottschalk.

Saman fara tey trý at spæla verk eftir Bach, Schubert, Scott Joplin og Glenn Miller.

Moniku Stauss kenna flest øll.- tey flestu hava í øllum førum hoyrt navnið í útvarpinum. Hon er ættað úr Sveits, men býr í løtuni í Leirvík. Monika er sera dugnaligur violinspælari og luttekur bæði í kamartónleiki og í orkesturspæli.

Fiona Bechmann er útbúgvin pianistur og celloleikari frá Trinity College of Music í London í 1986. Fyrsta starv hennara eftir lokna útbúgving var við Føroya Musikkskúla har hon starvaðist árini 1986-89, til hon flutti aftur til Onglands.

Í Føroyum var hon ógvuliga virkin sum pianistur og var m. a. við í fleiri útvarpsupptøkum.

Torben Bechmann er hálvur føroyingur og til 1989 starvaðist hann í Føroyum. Hann byrjaði sum áhugatónleikari og spældi á trombon í m. ø. GHM og eisini við Føroya Symfoniorkestri.

Tær báðar Monika og Fiona spældu dúgliga saman, meðan Fiona var búsitandi í Føroyum og hava eisini spælt saman av og til við seinni høvi, sigur Konsertfelagið í tíðindaskrivinum.

M. a. spældu tær saman á eini konsert í London í fjør summar.

Trioin spælir í Runavíkar skúla í kvøld klokkan 21.00 og í Listaskálanum í Havn leygardagin klokkan 16.