Øssur Bæk og Jóhannus Andreasen fara hesa vikuna at hava tvær konsertir
Øssur Bæk og Jóhannes Andreasen eru millum fremstu tónleikarar okkara. Báðir hava teir, ávikavíst sum violin- og klaverleikari, bergtikið okkum sum solistar við m.a. Symfoniorkestrinum og í úrmælingabólkinum Aldubáruni.
Báðir eru teir royndir tónleikarar við altjóða útbúgvingum og royndum.
Øssur traðkaði sínar barnaskógvar sum Suzuki-næmingur í Keypmannahavn, meðan Jóhannes byrjaði klaverspæl sítt hjá megnar kvinnuni Rigmor Restorff, sálu. Síðani førdi evni teirra til framhaldandi tónleikalestur kring Evropu.
Øssur Bæk byrjaði á tónlistarskúanum í Odense og fór so víðari til navn-frama Liebermann í Utrecht, har ið hann tók endaligt prógv. Jóhannes Andreasen læs í Wien og hevur hann m.a. nomið sær framhaldandi kunnleika hjá Feuchtwanger í London.
Hóast hesir báðir hava verið víða um við list síni, so eru teir trúgvir móti føroyskum tónelikaumhvørvinum. Báðir vóru við til at stovna yrkistón-lista-bólkin Aldubáruna og hava teir eisini fyrr spælt saman í Konsertfelagsins høpi.
Hesaferð er tað m.a. stórverkið "Kreutzersonat-an" hjá Beethoven, ið er á skránni. Fyrra konsertin verður í Mentunarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið, og seinna konsertin verður í Læraraskúlahøllini leygar-dagin. Atgongumerki til konsertingar fáast hjá kunningarstovunum kring landið.










