Klassikarin verður sum í gomlum døgum

HB er topplið, og KÍ er næstfremst. Hósdagin 25. apríl - flaggdagin - verður 7. umfar í landskappingini, og tá bresta toppliðini bæði - HB og KÍ - saman í Klaksvík. Gamli klassikarin millum tey bæði feløgini, sum eiga flestu FM heitini, verður harvið sum í gomlum døgum, tá ið hesi bæði feløgini so ofta stríddust um FM heitið.

 

Tað eru fýra dagar, inntil næsta umfar og harvið toppuppgerðina í Klaksvík. HB venjarin, Oddbjørn Joensen, ásannaði eftir trivaliga sigurin á Víkingi í dag, at síðstu løtuna hugsaði hann um stóru avbjóðingina, sum ikki er so langt burtur.

 

-Onkrir av teimum, sum higartil ikki hava spælt so nógv, fingu møguleikan. Tað kemur væl við hjá teimum, og hjá teimum, sum spæla nógv og sum ikki eru heilt ungir, var tað kærkomið at sleppa av vøllinum, segði HB venjarin í samrøðu vit Rás2.

 

Páll Guðlaugsson hevði ikki møguleika at taka onkrar av sínum stuðulsspælarum av vøllinum, áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í Fuglafirði. Tá ið KÍ tíðliga í 2. hálvleiki økti um leiðsluna, so hon var 3-0, kundi tað sæð út til, at møguleikin var har, men sum tíðin leið stríddust klaksvíkingar fyri at varðveita 3-3.

 

Fyrsta bríkslið í Klaksvík hósdagin verður klokkan 18.00.

 

-----

 

Undan dagsins dystum var Víkingur oddalið. Í dag vóru víkingarnir í Gundadali fyri aðru ferð í ár. Fyrru ferðina taptu teir 4-0 ímóti B36, og í dag løgdu teir rygg til 3-0 tap ímóti HB. Úrslitið ber við sær, at HB er nýtt topplið.

 

Undan dagsins umfari var KÍ næstfremst, og leingi tóktist tað sum um, at klaksvíkingar skuldu leggja seg heilt upp á toppin. KÍ økti stutt eftir steðgin um leiðsluna til 3-0 á útivølli ímóti ÍF, men fuglfirðingar góvu ikki skarvin yvir. Teir megnaðu at venda hóttandi stórtapið til 3-3, og síðstu løtuna stóð nógv á hjá klaksvíkingum, sum vóru undirmannaðir, tí miðverjin Jógvan Isaksen varð rikin av vølli, eftir at hann óregluliga hevði steðgað Clayton Soares í gjøgnumbroti.

 

Við Margáir megnaði TB at vinna eitt stig. EB/Streymur var tvær ferðir á odda, men báðu ferðirnar svaraðu tvøramenn aftur, so úrslitið varð 2-2. Málskjúttin til 2-2, Poul Ingason, varð vístur av vølli í yvirtíðini, tá ið hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð.

 

Í Sørvági megnaði B36 at vinna 3-0. Harvið lyfti árstalsfelagið sær orduliga á.

 

6. umfar

AB-NSÍ 2-3 (1-1)

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: Sorin Anghel 16.

1-1: Árni Frederilksberg 37.

2-1: Rógvi Poulsen 70.

2-2: Klæmint A. Olsen 73.

2-3: Klæmint A. Olsen 90.+4.

AB: Heðin Stenberg - Teitur Olsen (Jónas Stenberg, 65.), Gert Drangastein (Rógvi Poulsen, 58.), Rói Danielsen, Beinir Ellefsen - Martin Midjord, Sorin Anghel, Hørður Mohr, Dan Petersen - Jobin Drangastein (Mikkjal T. Hentze, 44.) - Bjartur Kjærbo

Gult kort: Sorin Anghel, Mikkjal Hentze, Martin Midjord

NSÍ: Kristian Joensen - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen - Karl Løkin, Magnus Olsen (Andrass Frederiksberg, 72.) - Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen

Gult kort: Andy Olsen, Andrass Frederiksberg

 

07Vestur-B36 0-3 (0-1)

0-1: Adeshina Lawal br 40.

0-2: Rasmus Dan Sørensen 83.

0-3: Høgni Eysturoy 90.+4.

Dómari: Alex Troleis

07 Vestur: Andras Gango -Torstein Mýlingstind, Emil Mikkelsen, Tehe Aristide, Petur G. Dalbø (Gunleif Olsen, 77.), - Jovan Radinovic-Panic, Evrard Blé, Eli Falkvard Nielsen - Holgar Durhuus (Ásmund Hansen, 88.), Ibrahima Camara, Tór-Ingar Akselsen (Jákup S. Olsen, 77.)

Reytt kort: Tehé Aristide 67. (beinleiðis reyt)

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Pedersen, Ámund Nolsøe - Høgni Midjord (Robert Heðin Brockie, 90.), Róaldur Jacobsen, Niels Joensen, Gilli Sørensen -Lukasz Cieslevicz (Rasmus Dan Sørensen, 82.), Adeshina Lawal (Benjamin Heinesen, 73.)

Gult kort: Niels Joensen

 

HB-Víkingur 3-0 (2-0)

1-0: Heini Vatnsdal 22.

2-0: Christian R. Mouritsen 45.

3-0: Andrew av Fløtum 55.

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, ,Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen - Kristin R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen (Bárður Olsen, 83.), Símun E. Samuelsen (Pál Mohr Joensen, 82.) - Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen, 82.)

Gult kort: Símun Samuelsen, Alex José dos Santos, Heini Vatnsdal

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen (Hjartvard Hansen, 72.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Niclas Niclasen (Heïn Hansen, 46.), Hans Jørgin Djurhuus (Andeé Olsen, 72.) - Filip Djordjevic, Jann Ingi Petersen, Kaj Leo í Bartalstovu - Finnur Justinussen

Gult kort: Finnur Justinussen

Reytt kort: Géza Turi

 

EB/Streymur-TB 2-2 (1-1)

1-0: Leif Niclasen 5.

1-1: Rógvi Joensen 43.

2-1: Gunnar Zachariasen 51.

2-2: Poul Ingason 79.

Dómari: Rói Jacobsen

EB/Streymur: René Tórgarð – Poul G. Olsen, Gert Hansen, Rógvi E. Nielsen, Leif Niclasen – Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen (Jónstein Magnussen, 69.) – Levi Hanssen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Poul G. Olsen, Leif Niclasen, Arnar Dam

TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen (Hanus Mortensen, 73.), Óli Johannesen, Babacar Ndiour , Teitur Justinussen – Dan Mortensen (Hjalti Vestergaard, 46.), Ndende Adama, Martin Tausen, Nicholas Develdios, Rógvi Joensen (Heini Mortensen, 87.) – Poul Ingason

Gult kort: Martin Tausen, Rógvi Joensen, Poul Ingason

Reytt kort: Poul Ingason 90. (2 gul)

 

ÍF-KÍ 3-3 (0-2)

0-1: Álvur F. Christiansen 12.

0-2: Páll A. Klettskarð 44.

0-3: Páll A. Klettskarð 55.

1-3: Clayton Soares 60.

2-3: Clayton Soares 70.

3-3: Øssur Dalbúð br 75.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard, Poul N. Mikkelssen, Høgni Madsen, Nenad Saric (Hanus Thorleifsson, 82.) - Øssur Dalbúð, Clayton Soares

Gult kort: Høgni Madsen

KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Ivan Joensen - Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen (Henry Heinesen, 71.), Álvur F. Christiansen (Ísak Simonsen, 80.) - Páll A. Klettskarð

Gult kort: Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, Ísak Simonsen

Reytt kort: Jógvan Isaksen 76. (beinleiðis reytt)

 

Støðan

HB 14 stig

KÍ 12 stig

Víkingur 12 stig

ÍF 10 stig

B36 9 stig

NSÍ 8 stig

TB 6 stig

EB/Streymur 5 stig

07 Vestur 5 stig

AB 0 stig

 

7. umfar

Hósdagin 25. apríl - flaggdagin

KÍ-HB

Víkingur-07 Vestur

NSÍ-EB/Streymur

B36-AB

TB-ÍF

 

 

 

LIÐUGT

3-0

 

85) 3-0

Nú er tað nógv tómgongd í Gundadali. Fleiri skiftingar hava verið, og báðir partar tykjast hava sættað seg við, at hetta var dagurin hjá HB, og at hetta ikki var dagurin hjá Víkingi.

 

75 3-0

Tað gongur av skriðuni hjá Víkingi í Gundadali. Nú er málverjin, Geza Turi, rikin av vølli. Dómarin bríkslaði í sambandi við hornasparksstøðu og vísti Víkingamálverjanum av vøllinum. Hjartvard Hansen, sum júst var komin á vøllin, er nú farin í Víkinga málið!

 

65) 3-0

Hóast teir eru aftanfyri við trimum málum, so hava víkingarnir ikki givið skarvin yvir. Teir royna at leypa á, og tað hava verið spentar støður frammanfyri málið hjá væl upplagda Teiti M. Getssson. Víkinga trýstið ber við sær, at HB hevur møguleikar at fara í skjót álop, og tá hevur Andrew av Fløtum verið sera væl upplagdur.

 

55) 3-0: Andrew av Fløtum 54.

Tað er mangt, sum bendir á, at tað verður nýtt oddalið eftir 6. umfar. Víkingur, sum var topplið undan 6. umfari, er í rættuligum ódnarveðri í Gundadali. Andrew av Fløtum hevur við fínum vinstrabeinsskoti uttanvert brotsteigarmarkið sent bóltin framvið Geza Turi.

 

50) 2-0

Víkingur hevur skift út á sentrala miðvøllinum. Heðin Hansen hevur avloyst Niclas Niclassen. Beinanvegin eftir steðgin hevði Víkingur risa møguleika. Eftir kiks í HB verjuni gjørdist Kaj Leo í Bartalsttovu púra leysur, men hann sendi bóltin í stólpan.

 

HÁLVLEIKUR

2-0

 

45) 2-0: Christian R. Mouritsen 44.

Víkingur hevur fingið vátan klút í andlitið, nú Christian R. Mouritsen hevur sneitt seg leysan og við góðum skoti lagt bóltin í handara síðunetið.

 

40) 1-0

So hevur Víkingur havt bestu royndina í dag. Vongverjin í vinstru, Hanus Jacobsen, sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann mitt fyri málinum og av brotsteigarmarkinum smekkaði til. Teitur M. Gestsson hálvbjargaði til horna, og eftir hornasparksinnleggið var tað aftur nær við, áðrenn HB megnaði at varpa bóltin burtur. Víkingarnir tykjast hava fingið um endan!

 

 

35) 1-0

Víkingarnir eru illa sperdir ímóti sera væl upplagda HB, sum rættuliga er farið í arbeiðsklæðini í dag.

 

30) 1-0

HB spælararnir eru rættuliga væl upplagdir. Teir arbeiða nógv, spæla skjótt og hugflogið er stórt í samanspælinum. Víkingarnir hava nóg mikið við at verja og í einstøkum førum at fara í mótálop, har Filip Djordjevic hevur verið eyðsýndur.

 

25) 1-0: Heini Vatnsdal 23.

So hevur HB fingið úrtøku burturúr lítlu yvirvágini, sum heimaliðið í Gundadali hevur havt. Heini Vatnsdal stýrdi hornasparksinnleggi úr vinstru í kassan. Hornasparkið stóðs eftir at Alex José dos Santos úr vinstru hevði sneitt framvið fleiri og Geza Turi hevði bjargað til horna.

 

20) 0-0

Heimaliðið hevur bóltin meiri, men Víkingur hevur gott tak á verjupartinum. Christian R. Mouritsen hjá HB var skaddur í eina løtu, men hann er komin aftur á vøllin.

 

10) 0-0

Tað er framvegis málleyst í Gundadali, har líkindini at spæla eru góð.

 

HB-Víkingur kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, ,Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen -

Kristin R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen, Símun E. Samuelsen - Andrew av Fløtum

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Niclas Niclasen, Hans Jørgin Djurhuus - Filip Djordjevic, Jann Ingi Petersen, Kaj Leo í Bartalstovu - Finnur Justinussen

 

Undan dystinum:

Víkingur er topplið eftir fimm tey fyrstu umførini. Seinnapartin skulu teir í Eysturkommunu enn eina ferð suður í høvuðsstaðin. Har hava teir longu verið tvær ferðir fyrr í ár. Fyrru ferðina vórðu teir smurdir av 4-0 í landskappingardysti ímóti B36, og fyri viku síðani vunnu teir 2-1 á B36 í steypakappingini. Nú snýr tað seg um landskappingardyst ímóti HB, sum er á triðja plássi. Harvið ber til at siga, at dagsskráin í dag snýr seg um fremsta plássið.

 

Higartil hevur HB vunnið báðar útidystirnar, meðan tað ikki hevur verið so sannførandi í Gundadali. Umframt 2-0 sigurin á EB/Streymi hevur HB spælt 1-1 ímóti B36 og serliga málleysi javnleikurin ímóti 07 Vestur var vónbrot.

 

-Hjá okkum tykist tað vera lættari at spæla ímóti teimum, sum vit kappast við í toppinum, enn at spæla ímóti teimum, sum koma í Gundadal at verja og harvið pakka seg niður í og kring brotsteigin, sigur HB venjarin Oddbjørn Joensen.

 

Hjá HB er Jógvan Rói Davidsen tøkur aftur eftir leikbann. Andrew av Fløtum var ikki við í steypadystinum á Sandi. Tað er ivasamt, um veteranurin verður førur fyri at spæla sunnudagin. Á Sandi fekk Bárður J. Heinesen møguleikan í álopinum.

-Tølini siga, at álopsspælararnir hjá okkum ikki skora so nógv mál. Sjálvandi er tað fyrimunur, um teir fremstu skora regluliga. Tað vóna vit fer at eydnast samstundis, sum vit fegnast um, at miðvallararnir og eisini verjuspælararnir higartil hava skorað málini, staðfestir HB venjarin.

 

Hjá Víkingi var Heðin Hansen sunnudagin við frá fyrsta bríksli. Harvið er kappingin um plássini millum teir fyrstu ellivu økt.

Burtursæð frá tapinum í Gundadali ímóti B36, so hevur Víkingur vunnið allar hinar dystirnar. Merkisvert er tað, at tað allar fýra ferðirnar hevur verið á heimavølli.

 

 

--------------------

 

LIÐUGT

3-3

 

 

80) 3-3: Øssur Dalbúð br

Tað er stórur dramatikkur í Fuglafirði. Øssur Dalbúð hevur javnað við brotssparki, eftir at Øssur varð feldur. Lítla løtu seinni varð KÍ miðverjin Jógvan Isaksen reytt kort fyri at steðga Clayton Soares í gjøgnumbroti.

 

70) 2-3: Clayton Soares

Tað er av álvara komin spenningur í uppgerðina í Fuglafirði. Eftir lítlari løtu hevur Clayton Soares skorað tvey mál, og nú eru heimamenninir sera ágangandi.

 

65) 1-3: Clayton Soares

ÍF hevur givið sær sjálvum vón um, at tað kortini skal eydnast at vinna úrtøku burturúr heimadystinum ímóti KÍ. Høgni Zachariassen legði fríspark inn í brotsteigin, og Clayton Soares stýrdi bóltin í málið.

 

60) 0-3: Páll A. Klettskarð

Klaksvíkingar tykjast vera á veg ímóti trivaligum sigri í Fuglafirði. Teir hava leikliga verið omaná fyrsta korterið eftir steðgin, og altíð vandamikli Páll A. Klettskarð hevur økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0. Høgri vongverjin, Gunnar Chriistiansen, sneiddi framvið fleiri í høgru, áðrenn hann legði innfyri, og undir málinum var Páll A. Klettskarð púra leysur, tá ið hann setti bótlin í málið.

 

HÁLVLEIKUR

0-2

 

45) 0-2: Páll Klettskarð

Fuglfirðingar fingu orduligan frammaná stutt undan steðginum. Eftir stórt ÍF trýst í eitt stórt korter, eftir at klaksvíkingar høvdu lagt seg á odda. hevur KÍ økt um leiðsluna. Málskjútti var altíð vandamikli Páll Klettskarð. Hann var fyrstur á, eftir at Jákup Mikkelsen og Álvur F. Christiansen høvdu kapprunnið eftir bóltinum, og Álvur F. Christiansen fór um koll.

 

 

30) 0-1

Eftir at klaksvíkingar løgdu seg framum, hava fuglfirðingar sett málið hjá Meinhardi Joensen undir stórt trýst. Clayton Soares, Øssur Dalbúð, Ari Ó. Ellingsgaard og hinir framrættaðu heimamenninir hava verið títtir og tættir í KÍ brotsteiginum, men KÍ málverjin hevur higartil megnað at hildið tætt. KÍ hevur ikki havt serligar álopsroyndir, síðani Álvur F. Christiansen legði KÍ framum.

 

10) 0-1: Álvur F. Christiansen 10.

Klaksvíkingar hava lagt seg á odda í góðveðrinum í Fuglafirðí. Eftir uppspæl í høgru og innlegg lyfti Álvur F. Christiansen bóltin upp um Jákup Mikkelsen og í ÍF málið. KÍ hevur fyrstu minuttirnar verið omaná.

 

 

ÍF-KÍ kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard, Poul N. Mikkelssen, Høgni Madsen, Nenad Saric - Øssur Dalbúð, Clayton Soares

KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Ivan Joensen - Hjalgrím Elttør, Páll Klettskarð, Álvur F. Christiansen - Kristoffur Jakobsen

 

 

Undan dystinum:

Dagurin í dag verður góður hjá Norðoyatunnlinum. Seinnapartin fara fótbóltshugaðu klaksvíkingarnir og norðoyingarnir í stórum tali undir fjørðin og til Fuglafirðar at vera eygnavitni, tá ið ÍF tekur ímóti KÍ. Felags fyri bæði liðini er, at tað hevur gingið væl hjá teimum higartil. Tó var tað vónbrot hjá fuglfirðingum, tá ið teir seinast taptu 2-0 á heimavølli fyri HB.

 

-Ættin er góð norðanfyri, so ivaleyst fara fótbóltslíkindini at vera góð. Vit rokna við sera tættari uppgerð, sum kann koppa báðar vegir. Fyri okkum er tað ikki minst spennandi, hvussu óroyndi vongverjin í høgru, Leivur Joensen, fer at standa seg ímóti væl upplagda Hjalgrími Elttør. Leivur hevur staðið seg sera væl higartil í ár, og tað rokna vit við, at hann eisini fer at gera í dag, sigur ÍF venjarin Albert Ellefsen.

 

Jákup Mikkelsen var ikki við í steypadystinum á Argjum, tá ið Hallgrím G. Hansen vardi málið. Nú er veteranuriin tøkur aftur, og harvið fer Jákup at verja ÍF málið í dag. Miðvallarin Bogi Reinert Petersen var orsaka av skaða ikki við á Argjum. Hann verður heldur ikki við ídag. Aleksandar Jovevic var á sentrala miðvallarplássinum ímóti AB, men nú er hann skaddur, og so er spurningurin, hvussu ÍF venjarin fer at manna sentrala miðvøllin. Ein møguleiki kundi verið Poul Nolsøe Mikkelsen, sum í gjár fylti átjan ár.

 

Í Klaksvík er kappingin um plássini ógvuliga stór. Allir spælararnir eru tøkir.

 

 

 

----------------

 

LIÐUGT

2-2

Poul Ingason hjá TB sá í yvirtíðini gula kortið fyri aðru ferð og varð tískil vístur av vøllinum.

 

80) 2-2

 

Tað er aftur javnt við Margáir. Eftir innlegg úr vinstru hevur altíð vandamikli Poul Ingason við høvdinum sent bóltin í málið. Tað leikar hart á við Margáir.

 

 

75) 2-1

TB leggur trýst á, og tað eru harvið spentar støður í báðum brotsteigum, tí EB/Streymur er vandamikið í skjótum álopum.

 

55) 2-1: Gunnar Zachariasen 54.

EB/Streymur hevur aftur lagt seg á odda. Málskjútti var Gunnar Zachariasen, eftir at bólturin var komin inn fyri úr vinstru og nakrar ferðir hevði ferðast aftur og fram.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

 

45) 1-1: Rógvi Joensen

TB hevur svarað aftur. Rógvi Joensen sendi av brotsteigarmarkinum bóltin í málið, og tað stendur aftur á jøvnum, nú teir eru farnir at hvíla seg.

30) 1-0

TB bjóðar orduliga av í álopspartinum, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa bóltin framvið René Tórgarð. EB/Streymur hevur havt bóltin á stólpanum aftanfyri TB málverjan.

 

 

10) 1-0: Leif Niclasen

Um TB ætlaði sær at dúva upp á málleysa javnleikin, so eru fyritreytirnar longu broyttar. EB/Streymur hevur beinanvegin lagt seg á odda. Vinstri vongverjin, Leif Niclasen, sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann innanvert brotsteigarmarkið smekkaði bóltin í málið.

 

EB/Streymur-TB kl. 15.00

Dómari: Rói Jacobsen

EB/Streymur: René Tórgarð – Poul G. Olsen, Gert Hansen, Rógvi E. Nielsen, Leif Niclasen – Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Niels Pauli Danielsen – Levi Hanssen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen

TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Óli Johannesen, Babacar Ndiour , Teitur Justinussen – Dan Mortensen, Ndende Adama, Martin Tausen, Nicholas Develdios, Rógvi Joensen – Poul Ingason

Undan dystinum:

Stigaposin er soltin, og manningarliga kundi tað staðið betri til. Soleiðis er støðan í EB/Streymi, og harvið eru fyritreytirnar so nógv øðrvísi, enn tær vóru tað í fjør, tá ið tað mest sum alla tíðina var blíður byrur, og EB/Streymur tryggjaði sær FM heitið.

 

Seinnapartin fær EB/Streymur vitjan av TB. Á Tvøroyri er fótbóltslagið gott. Ikki minst eftir at tað mikukvøldið eydnaðist næstbesta liðnum at vinna 4-3 í Vági. Í bestu deildini er TB tríggjar tær seinastu ferðirnar farið av vøllinum við úrtøku, og tað birtir vónir um, at tað skal eydnast at røkka málinum, sum í fyrstu atløgu er at varðveita plássið í fremstu røð.

 

Ein av ungu monnunum, Ragnar Tausen, skoraði hattrikk í Vági, áðrenn hann í 78. minutti varð borin av vøllinum og endaði á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Tíbetur vístu røntengenmyndirnar at einki var brotið.

 

Hjá EB/Streymi eru Arnbjørn Hansen og Brian Olsen langtíðarskaddir. Í trivaliga steypasigrinum ímóti Giza/Hoyvík fyri góðari viku síðani var Marni Djurhuus ikki við, og vøddaskaðin er so mikið álvarssamur, at álitismaðurin í verjuni heldur ikki verður við ímóti TB. Gunnar Zachariasen fer at loysa Arnbjørn Hansen av í fremstu ódnini.

 

 

-------------------------------

 

LIÐUGT

0-3

 

0-3: Høgni Eysturoy

Talan gjørdist um sannførandi B36 sigur í Sørvági. Síðstu løtuna vóru heimamenninir undirmannaðir, eftir at miðverjin Tehé Aristide hevði sæð gula kortið tvær ferðir og tískil varð vístur av vøllinum.

 

85) 0-2: Rasmus Dan Sørensen

Alt bendir á, at B36 um eina løtu fer úr Sørvági við trimum stigum. Gestirnir hava í 2. hálvleiki havt gott tak á spælinum, og nú hevur Rasmus Dan Sørensen, sum fyri løtu síðani var innskiftur, økt um leiðsluna.

 

65) 0-1

B36 heldur tørn um tepru leiðsluna. 07 Vestur roynir at leggja trýst á, og harvið eru fyritreytirnar hjá kviku B36 álopsspælarunum góðar.

 

45) 0-1

07 Vestur hevur havt bóltin meiri enn teir í B36, men tað er árstalsfelagið, sum er á odda, nú teir eru farnir at hvíla seg. Eftir hornasparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram peikaði dómarin á brotssparksblettin, og var púra tryggur, tá ið hann setti bóltin í málið. Harvið eru fyritreytirnar hjá B36 góðar, nú spælararnir hvíla seg og leggja ætlanir fyri 2. hálvleik.

 

 

15) 0-0

07 Vestur hevur verið ágangandi, og heimaliðið hevur havt góðan møguleika, men B36 menninir riðu stormin av.

 

 

07 Vestur-B36 kl. 15.00

Dómari: Alex Troleis

Tað var sera gott lag í 07 Vestur leguni, tá ið síðsta bríkslið ljóðaði í Gundadali fyri tveimum vikum síðani. Úrslitið á útivølli ímóti stórfavorittunum í HB var málleysur javnleikur.

 

Fyri einari viku síðani tapti 07 Vestur í steypakappingini ímóti 1. deilarliðnum Skála á útivølli. Tað ganga teir ikki so høgt upp í har vesturi. Tað ræður fyrst og fremst um at standa seg væl í landskappingini.

 

Í dag kemur hitt stóra havnarfelagið, B36, á vitjan, og í 07 Vestur vita teir, at fyritreytirnar verða øðrvísi í dag, enn tær vóru í Gundadali ímóti HB. Ta ferðina var 07 Vestur rættuliga verjukent. Í dag verður tað meiri álopskent, enn tað var ímóti HB.

Miðvallarin Evrard Blé er tøkur aftur, eftir at hann seinastu ferðirnar hevur verið leikbannaður.

 

Í B36 leguni er tað eitt sindur fram og eitt sindur aftur. Tað er ein smeitur, at Súni Olsen er leikbannaður,og tað kom illa við, tá ið tað í gjár varð greitt, at vinstri vongverjin, Símun Joensen, er so mikið plágaður av skaða í lærinum, at hann ikki er førur fyri at spæla. Høgni Eysturoy er tøkur aftur, og so er møguleiki fyri at Lawal og Lukasz Cieslewicz verða við í dag, hóast teir seinastu vikurnar ikki hava vant saman við hinum.