Klassikarin livir aftur

Í mun til fleiri aðrar ferðir seinnu árini, so er spenningurin í hæddini, tá HB sunnudagin vitjar á Sevmýri

Tað man vera langt síðani, at fótbóltshýruri hevur verið somikið góður, sum hann er tað í ár hjá tvørafólki. TB, sum at kalla síðani meistaraheitið í 1986 hevur havt eina elevatortilveru í føroyskum fótbólti, hevur í ár veruliga prógvað, at liðið skal spæla í bestu deildini.
Ikki minst hava teir verið stinnir á heimavøllinum á Sevmýri, har mótstøðuliðini enn ikki hava skotið eitt landskappingarmál.

Skulu reisa seg
Og at HB nú kemur suður at vitja, tykist bara geva eyka spenning til spælararnar, sum siga seg vera væl fyri.
- Einasti spælarin, sum er skaddur, er Daniel Nyarko, sum helst ikki verður tøkur. Emmanul Larby hevur verið burturfrá, men hann er nú aftur tøkur, sigur Jón Johannesen, sum er ein av meira royndu spælarunum á liðnum.
Og veteranurin dylir ikki fyri, at TB eisini hevur nakað at prógva eftir stórtapið í Klaksvík herfyri.
- Har gekk jú alt galið hjá okkum. Teir skora longu eftir einum minutti, og so riggar bara einki hjá okkum. Ikki minst er tað keðiligt, at teir tríggjar ferðir skora við høvdinum, har vit annars halda okkum vera sterkar, so hatta er nakað, sum vit skulu vaska av okkum.
Og tað ger kanska einki, at tað eru meistararnir úr HB, sum hetta skal ganga útyvir?
- Avgjørt ikki. Um nakað, so gleða vit okkum meira, haldi eg. Fyrst og fremst, so er hetta jú tann gamli klassikarin, sum tó ikki hevur verið heilt so spennandi. Seinast teir vitjaðu her í fyrstu deild vóru teir longu meistarar, og vit vóru longu farnir niður. Í ár er støðan í øllum førum øðrvísi higartil, og vinna vit, so eru vit bara fýra stig frá teimum. Og tað vóru tað kanska ikki so nógv, sum høvdu roknað við undan kappingarárinum, heldur Jón.
Og hartil, so hevur hann eisini hug at skjóta eitt sindur eftir svágrinum á HB-liðnum, Rasmus Nolsøe.
- Rasmus er jú um at gerast ein profilur á liðnum hjá HB, og tað er sjávlandi stuttligt. Men samstundis vilja vit heldur enn gjarna vísa honum, at hann skuldi havt valt TB framum, sigur Jón mest sum argandi at enda.

Blankir uttan fyri Havnina
Og tað er helst eingin í HB, sum roknar við, at talan verður um nakran lættan dyst. Eitt er, at TB enn ikki hevur latið mál farið ígjøgnum á heimavølli. Annað er, at HB enn ikki hevur fingið nakað stig uttan fyri høvuðsstaðin, og tað kann gerast ein trupulleiki í longdini.
- Tað er einki at ivast í, at vit fara eftir sigrinum. Skulu vit halda fast um støðuna í oddinum, so er neyðugt við sigrum - eisini á útivølli, heldur Tór-Ingar Akselsen, sum fyri tað nógva hevur verið sera væl upplagdur í HB-álopinum í ár.
Sjálvur hevur Tór-Ingar annars verið eitt sindur ivasamur til dystin. Hann beklaði undir venjing seinasta fríggjadag, men við eitt sindur av tape varð hann tó riggaður til, tá NSÍ vitjaði. Og hetta ætla teir sær eisini at gera hesaferð, skilst.
Hartil hevur ivamál eisini verið um Rúna Nolsøe. Liðformaðurin hevur havt ein fipurskaða, sum helt honum burturi seinast, men hóskvøldið vandi hann aftur við fullari ferð, og vónin er í øllum førum, at hann verður klárur sunnudagin.