FLOGBÓLTUR
Enn hevur Fleyr nokk ikki ordiliga fingið tað burturúr, sum liðið hevði ætlað sær í vetur, men tað hevur tó verið nær við tvær ferðir. Í gjár var liðið partur av øðrum fimmsettaranum í vetur, men eins og ímóti SÍ herfyri, endaði Fleyr við at tapa drúgva dystin, so tí lukkaðist heldur ikki hesa ferð at koppa øðrum av fremru liðunum.
Fyrr var tað soleiðis, at dystirnir millum Fleyr og Mjølnir vóru teir stóru klassikararnir í føroyskum flogbólti, men soleiðis hevur ikki ordiliga verið seinnu árini, nú onnur feløg eru komin við millum tey allarfremstu. Og tað er eitt sindur langt síðani, at bæði Fleyr og Mjølnir kappaðust heilt har frammi í senn, men í vetur verður tað kanska øðrvísi.
Í dystinum í gjár fekk Fleyr betru byrjanina, tá tað eydnaðist at vinna fyrsta settið, ið annars var rímiliga javnt. Men so tók Mjølnir yvir og vann greitt tey bæði næstu, áðrenn Fleyr kom fyri seg aftur í fjórða setti. Har var Fleyr fyrst á odda 8-2, men Mjølnir kom aftur og javnaði til 13-13, áðrenn Fleyr aftur fór avstað og kom upp á 20-13, áðrenn Mjølnir enn eina ferð royndi, men ikki fekk fatur í Fleyr aftur.
Nú stóð 2-2 í settum, og alt skuldi avgerast í fimta settinum. Men her vístu menninir í Mjølnir, at teir fegnir vildu verja oddasessin, og teir vórðu í veruleikanum ongantíð ordiliga hóttir. Tá liðini skiftu síðu, var Mjølnir á odda 8-4, og Fleyr fekk ongantíð aftur fatur í klaksvíkingum.
Sum tað gjarna er, tá talan er um ein fimmsettara, var hetta ein undirhaldandi dystur, har Mjølnir til tíðir spældi upp til sítt allarbesta, eins og Fleyr veruliga fekk víst, at liðið er væl á veg fram.










