Kappingin hjá monnunum er um at verða av, og føroyameistararnir eru longu funnir. Vestmenningar tryggjaðu sær seinasta leygardag føroyameistaraheitið, men hetta merkir tó ikki, at teir fara at gera sítt allarbesta fyri at basa Kyndli á Hálsi sunnudagin.
Kyndil vil hava uppreisn
VÍF hevur verið nógv tað besta liðið í endaspælinum, og tað er fult uppiborið, at teir longu eru meistarar. Kyndil hevur hinvegin verið eitt stórt vónbrot, og tað eru leikararnir hjá havnarfelagnum eisini greiðir yvir sjálvir. Tað man tí verða lítið at ivast í, at teir eru ógvuliga uppsettir til sunnudagin, har teir kunnu fáa uppreisn móti vestmenningum og harvið bjarga sær eitt sindur av kappingarárinum. Harumframt kann Kyndil framvegis missa silvurið, tí strandingar eru beint í hølunum á teimum, og um Kyndil snávar, kann StÍF vinna seg upp á annaðplássið við einum sigri á KÍF.
Talan er um klassikaran í føroyskum manshondbólti, og tað er einki at taka seg aftur í, at hesir dystir altíð eru nakað serligt, og at tað er ein serligur hýrur til dystirnar millum Kyndil og VÍF bæði í Havn og í Vestmanna.
Sum áðurnevnt hittast steypavinnararnir úr StÍF og KÍF á Skála sunnudagin, og her eru tað fyrst og fremst strandingar, ið hava nakað at spæla fyri. StÍF liggur í løtuni á bronsuplássinum, men stutt er upp til silvurið. Um strandingar megna at vinna silvurið, er tað eitt lítið bragd, tí StÍF fekk eina serstakliga vánaliga byrjan upp á kappingarárið, og teir høvdu bestan hugin at avskriva alt árið.
Kollfirðingar vóru nýligani á bronsuplássinum, men teir hava snávað í seinastu umførunum, og samstundis hevur StÍF tikið seg fram á stigatalvuni og yvirhálað teir.
Ein dystur verður eisini í Hoyvík, har tey bæði niðastu liðini, H71 og Neistin, hittast. Her er bert heiðurin at spæla fyri, og ilt er at meta um, hvussu fer at ganga í hesum dysti. Tó skilst á lagnum, at hoyvíkingar noyðast at verða sterka liðskiparan, Halgir Dahl-Olesen, fyriuttan, tí at hann er burturstaddur í arbeiðsørindum. Hetta er ein stórur smeitur hjá hoyvíkingum og økir ivaleyst um møguleikarnar hjá Neistanum at fáa ein sigur til høldar.