Dystirnir millum VÍF og Kyndil eru og verða stóri klassikarin í føroyskum manshondbólti.
Hetta kappingarárið hava tey bæði liðini eisini myndað oddin, og tí er talan um dyst millum nummar eitt og tvey, nú arvafíggindarnir hittast í Vestmanna.
Hetta kappingarárið hava nógv sagt, at einasti spurningurin er, hvør skal fylgja VÍF í finaluna. Eftir at teir taptu fyrsta dystin hetta kappingarárið, hevur VÍF síðani skúgvað alla mótstøðu til viks, og vinna teir í dag, kunnu teir veruliga leggja sjógv millum seg og hini liðini. Kyndil hevur hinvegin sveiggjað nógv í sínum avrikum, men hava teir grønu ein góðan dag, kunnu teir væl taka stig við sær úr Vestmanna.
Ein annar dystur verður eisini spældur í dag. Hesin er í Hoyvík, har KÍF kemur á vitjan. H71 er í løtuni á triða plássinum, og skulu teir royna at fáa samband við tey bæði fremstu liðini, er ein sigur eitt treytaleyst krav í dag.
Báðir dystirnir byrja klokkan 16.00