Klassikarin er botndystur

Flogbóltur: Tey bæði mest vinnandi feløgini í føroyskum kvinnuflogbólti, Mjølnir og Fleyr, liggja í løtuni ávikavist niðast og næstniðast í meistaradeildini. Tí er dysturin í dag ikki bert ein klassikari, men eisini ein botndystur

 

Fram til seinasta kappingarár høvdu bert tvey feløg vunnið føroyameistaraheitið hjá kvinnum. Mjølnir hevði vunnið gull níggju ferðir og Fleyr seks ferðir, men í fjør blandaði Dráttur seg uppí og vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti.

Men tað skerst ikki burtur, at tungvektararnir í føroyskum kvinnuflogbólti eru Mjølnir og Fleyr. Tí er tað merkisvert, at hesi bæði liðini í løtuni eru tey bæði niðastu í meistaradeildini. Tað er eisini ein greið ábending um, at breiddin í kappingini er størri nú, enn hon hevur verið.

Dysturin í Havn í dag millum Fleyr og Mjølnir hevur stóran týdning fyri bæði liðini. Um Mjølnir-kvinnurnar vinna, fáa tær síni fyrstu stig í kappingini, og tað er ikki ov tíðliga til tað! Vinnur Fleyr hinvegin, økja tær um munin niður til aftasta pláss og økja enn meir um kreppuna, sum gomlu arvafíggindarnir eru í.

Frammanundan er ikki lætt at taka dagar ímillum, hvussu tað fer at ganga. Bæði liðini fingu eina ringa byrjan uppá kappingina, men í seinastuni hava tey bæði havt í framgongd. Men stigini eru enn ov fá.

Hin dysturin hjá kvinnum hetta vikuskiftið verður í morgin í Trongisvági, har suverena oddaliðið TB tekur ímóti ÍF. Sjálvt um TB bara er tvey stig frammanfyri ÍF, hava tær víst sera sannførandi spæl higartil, og ÍF skal hava ein sera góðan dag fyri at vinna dystin í morgin.


Toppur móti botni

Hjá monnunum er oddaliðið Fram stórfavorittur til at vinna móti botnliðnum ÍF í dag. Fram hevur longu vunnið móti bæði Mjølni, SÍ og Fleyr, og við núverandi styrkini hjá ÍF í huga er lítið sannlíkt, at fuglfirðingarnir gera

nakað við formsterka Fram-liðið.

So er hin dysturin í deildini meira opin. Hvørki Fleyr ella Mjølnir hava enn víst tað, sum liðini eru før fyri, og tey eru jøvn í stigum eisini. Tað kann sigast, at hetta er ein dystur um triðja pláss í deildini. Vinnarin hevur framvegis gott samband við oddaliðini Fram og SÍ, meðan taparin verður eitt sindur afturúrsigldur, ið hvussu er fyribils. Á pappírinum sær Fleyr sterkari út, og teir hava eisini heimavøll, so um nakar er favorittur, má tað vera havnarliðið. Men tað kann sum einki verða ein javnur og spennandi dystur.

Tá hetta umfarið er leikt, hava øll liðini spælt móti hvørjum øðrum. Tað kann geva onkrar ábendingar, men heldur ikki meir. Tí grundspælið er ikki komið longur enn í helvt, og í endaspælinum telja stigini so at siga dupult, umframt at liðini tá eru í betri dystarvenjing. So tað er enn nógv eftir at spæla um, hóast onkrar skriftir so smátt eru farnar at hómast á vegginum.