Klassikarin Dumbo á føroyskum

   

BÓKAÚTGÁVA

Dumbo er kendi klassikarin hjá Walt Disney, ið nógv ivaleyst kenna sum teknifilm. Hetta er søgan um fílin við teimum stóru oyrunum, ið er so óheppin og verður argaður, til Mús verður vnmaður hansara og lærir hann at flúgva.
Hesa útgávuna um fitta fílin Dumbo hevur Mathew Price skrivað, og myndirnar hevur Atsuko Morozumi teknað.
Sjúrður Gullbein týddi úr enskum. Bókin, sum er væl egnað til tey 3-8 ára gomlu, kostar 80 krónur í bókabúðunum.