Seinastu mongu árini hava VÍF og Kyndil verið einaráðandi í bestu mansdeildini í hondbólti her heima. Ikki síðani 1978, tá ið Neistin gjørdist føroyameistari, hevur nakað annað felag enn júst hesi bæði endað á ovastu rók í føroysku manskappingini í hondbólti. Áðrenn dystin sunnudagin hava fýra lið, Kyndil, StíF, VÍF og H71, møguleikan at gerast meistarar.
Vinnur Kyndil mansdystin sunnudagin, hava vestmenningar ongan møguleika at endurvinna føroyameistaraheitið, meðan Kyndil so liggur sera væl fyri til at vinna meistaraheitið. Um vestmenningar hinvegin vinna dystin, so er alt púra opið aftur.
Hannis ikki við
Tveir av teimum royndastu leikarunum hjá VÍF og Kyndli eru ávíkavist Hjalmar Klein Olsen, liðskipari hjá VÍF og Hannis Wardum úr Kyndli. Teir hava óteljandi ferðir roynt hesar avgerandi dystirnar millum VÍF og Kyndil, og teir rokna eisini báðir við, at dysturin sunnudagin verður spennandi.
Hjalmar Klein Olsen sigur, at vestmenningar allarhelst verða fullmannaðir til dystin sunnudagin. Okkurt ivamálið er tó, tí málverjin Eli Müller hevur ligið sjúkur alla vikuna og hevur ikki vant. Somuleiðis hevur Sámal Joensen leingi drigist við skaða í rygginum, og fyrrakvøldið vandi hann fyri fyrstu ferð í tíggju dagar. Hjalmar sigur tó, at hann roknar við, at bæði Eli og Sámal verða við sunnudagin.
Royndasti leikarin hjá Kyndli, Hannis Wardum, sigur, at teir verða so at siga fullmannaðir. Einasta undantakið er Hannis sjálvur, sum er meiddur í rygginum, og hann fær ikki spælt sunnudagin. Hannis sigur seg tó vóna, at hann kann verða við komandi vikuskifti, tá ið Kyndil skal leika móti hoyvíkingum.
Hinvegin verður Kyndil styrkt við, at yngsti beiggi Hannis, Bjarni, er komin heim at spæla við sunnudagin. Bjarni vandi við Kyndli aftur hóskvøldið. Somuleiðis er væntandi, at teir báðir Bárður Johannesen og Hans á Lag, ið eru sáttmálabundnir við HB, fáa loyvi frá fótbóltsvenjara sínum til at spæla hondbóltsdystin sunnudagin.
Vænta nógvar áskoðarar
Vanligani eru tað altíð nógvir áskoðarar, tá ið VÍF og Kyndil dystast í Vestmanna, og sunnudagin verður neyvan nakað undantak.
Hjalmar Klein Olsen sigur, at tað ikki bert eru fólk úr Vestmanna og Havn, sum koma til hesar dystirnar, tí somuleiðis koma nógv fólk úr bæði Vágum og Norðstreymoy. Bæði Hjalmar og Hannis eru samdir um, at kappingarárið í ár hevur verið sera stuttligt, tí at liðini hava verið so jøvn, og teir minnast ikki, at fýra lið áður hava havt møguleika fyri at gerast meistarar, tá ið einans trý umfør hava verið eftir at leika.
Dysturin millum kvinnurnar hjá feløgunum báðum, sum verður leiktur beint undan mansdystinum, ger ikki spenningin minni, tí sunnudagin kann Kyndil endurvinna sítt meistaraheiti í kvinnudeildini, um bert tær megna at fáa javnleik móti vestmannakvinnum.