Dystirnir í kvøld eru hesir: Real Madrid-Liverpool, Chelsea-Juventus, Sporting-Bayern Munchen og Villareal-Panathinaikos. Spania og Ongland hava veruliga sett seg tungt á Champions League í ár. Londini hava 4 lið hvør í 1/8 finalunum í Champions League. Kortini er bert ein ensk-sponsk uppgerð, og er hon millum Real Madrid og Liverpool. Real Madrid hevur koyrt væl seinastu tíðina, og hava teir vunnið nógv. Hetta hevur kortini ikki verið nóg mikið til at stilla krøvini hjá sponsku pressuni, og krevjandi áskoðarafjøldini á Santiago Bernabau. Real Madrid er rættiliga langt aftanfyri Barcelona í sponsku kappingini, og fara teir tískil at leggja nógv fyri at kunna vinna seg víðari í Champions League. Tað hevur tó ikki roynst væl hjá Real Madrid í 1/8 finalunum seinastu árini. Seinastu 4 árini, er liðið nevnliga rokið út í júst 1/8 finaluni. Ùt frá teimum hagtølunum, so má Liverpool sigast at verða favorittur. Liverpool hevur rokkið fleiri hálvfinalum og finalum seinastu árini.
Hinir dystirnir
Panathinaikos er betri fyri í griksku kappingini, enn Villareal, sum ikki hevur kunnað fylgt við toppliðunum í Primera Liga. Villareal hevur bara vunnið ein av teimum seinastu 8 dystunum í sponsku kappingini. Jurgen Klinsmann hevur fingið kombinasjónsspælið hjá Bayern Munchen at rigga, og tað er júst tað, sum skal til fyri at kunna basa tí formsterka og verjusterka Sporting-liðnum úr Portugal. Claudio Ranieri varð tann fyrsti venjarin, sum russiski Chelsea-ánarin, Roman Abrahamovic sparkaði úr starvi. Nú fær Ranieri so møguleikan at sláa Chelsea úr Champions League kappingini. Tað skuldi ikki verið heilt ómøgligt, tí Chelsea virkar ikki líka sterkt, sum liðið hevur verið tey undanfarnu kappingarárini. Kortini er gongdin ikki nógv frægari hjá Juventus, so bæði liðini hava hart brúk fyri at sleppa víðari í Champions League kappingini.