Klassikari í Klaksvík

Hóast gøtumenn »bert« hava verið fjórðings øld í oddinum av føroyskum fótbólti, so er talan mest sum um klassiska uppgerð, tá GÍ og KÍ takast

Tað plagar vanliga at borga fyri góðum undirhaldi, dramatikki og spenningi, tá KÍ og GÍ hittast. Seinastu fjórðings øldina hevur talan verið um hópin av minnisríkum uppgerðum, og tó at hvørki av liðunum í ár tykist vera har, sum tey so oftani hava verið, so man spenningurin vera tann sami kortini. Ikki minst nú bæði liðini hava nýtt seinastu vikurnar til at koma ígongd við at klintra upp eftir stigatalvuni.

Fráveran
Tí er lítið at ivast í, at tað eisini hesa ferð fara at savnast nógv fólk kring djúpimýru, og so verður tað upp til spælararnar, hvussu tað fer at hilnast við sjálvari uppgerðini.
Hjá KÍ tykist størsta ivamálið vera, hvørt Erling Fles fer at verða tøkur. Hann hevur hesar seinastu vikurnar verið offraður á taktiska altarinum, har Ove Nysted hevur verið miðframherji í eini 4-3-3 uppstilling, men tað er neyvan nakar ivi um, at hann er ein góður jokari at hava á liðnum.
Leon Bjartalíð hevur verið sjúkur í vikuni, og tí er eisini nakað ivasamt við honum, meðan Allan Joensen enn einaferð hevur ásannað, at tað kann vera strævið at gera come-back á besta KÍ-liðnum. Hann varð aftur raktur av fipur-skaða, tá KÍ seinast spældi, og enn er neyvan hugsingur hjá honum at spæla.
Hjá GÍ fær Krzystof Popczynski ikki sent seg sjálvan á vøllin hesaferð, nú hann er leikbannaður, men í aðrar mátar tykjast allir mans vera tøkir. Tað hevur ivaleyst styrkt um sjálvsálitið, at teir í undirtali megnaðu at basa grannunum úr ÍF seinast, og so er spurningurin, hvørt talan triðju ferð á rað skal gerast um fulla úrtøku.