Klassikari hjá Teiti á Nordic Playlist

Danska Oh Land hevur valt eitt føroyskt lag á Nordic Playlist. Hesa vikuna er tað klassikarin Josephine hjá Teiti, ið er á listanum.

Danska Oh Land hevur valt eitt føroyskt lag á Nordic Playlist. Hesa vikuna er tað klassikarin Josephine hjá Teiti, ið er á listanum.

Nordic Playlist, ið er átak hjá tónleikaútflutningsskrivstovunum hjá teimum fimm sjálvstýrandi Norðurlondunum, hevur til endamáls at seta sjóneykuna á tónleik í Norðurlondum og útbreiða hann kring heimin.

Hvørja viku fær ein úr tónleikaídnaðinum møguleikan at velja 10 løg úr Norðurlondum, ið viðkomandi vil viðmæla. Hesa vikuna er tað danska songkvinnan Oh Land,  ið velur løgini.

Skipanin er einføld at brúka og sameind við streamingtænasturnar Spotify, Wimp og Deezer, so tú bert trýstir á play, velur streamningtænastu og so hoyrir tú listan. Á streamingtænastunum kanst tú eisini melda teg beinleiðis til playlistarnar og fáa boð hvørja viku um nýggjasta listan.

Les samrøðu við Oh Land og hoyr tónleikin her.


Listin hesa vikuna er:


Twice - Little Dragon [SWE]
Play - iamamiwhoami [SWE]
In And Out Of Weeks - Highasakite [NOR]
Halo - Ane Brun [NOR]
Strange Ears - Asbjørn [DEN]
Rush - (ft. Tobias Buch) Kasper Bjørke [DEN]
Josephine - Teitur [FO]
Land Of Darkness - Mikko Joensuu [FIN]
Going Home - Ásgeir Trausti [ICE]
Tookah - Emiliana Torrini [ICE]