Klassikarar á Hvonn

Fyri seinastu ferð á hesum sinni verður Martin Joensen at hoyra í Hvonn.

 

Hann hevur við sinum monnum í seinastuni fleiri ferðir undirhildið á Folk&Blues á Hvonn hóskvøld.

 

Martin Joensen var ein av luttakarunum á stórslignu konsertini, sum varð send beinleiðis í Kringvarpinum

í samband við tiltakið hjá Krabbameinsfelagnum seinasta leygakvøld, og vísti hann har klárt, hví hann

er ein av føroya best dámdu lagsmiðum og sangarum. Her hevði hann Føroya Symfoniorkestur í rygginum,

meðan hann á Hvonn »bara« hevur hann sína vanligu manning við sær - men tað plagar meira enn so at verða nøktandi.

 

Tá onkur rósti honum í gongini í Norðurlandahúsinum eftir fyrstu konsertina segði hann takksamur og skemtandi, at »nú kann eg ill spæla aftur uttan symfoniorkestrið...« Men tað ger hann sjálvandi - tiltakið byrjar klokkan 21 í kvøld á Hvonn.