Klassikarar í Havn í kvøld

Kyndil og VÍF bresta saman í bæði mans- og kvinnudeildini

Tveir hondbóltsdystir verða leiktir í kvøld. Hjá kvinnum bresta tveir av størstu kappingarneytunum hesi seinastu fýra árini saman, meðan tað hjá monnum er søguligi klassikarin ímillum nógv mest vinnandi mansliðini í landinum. Í báðum førum er talan um Kyndil og VÍF:

SMS kvinnur:

18.00: Kyndil - VÍF, Høllin á Hálsi

Burn menn

20:00: Kyndil - VÍF, Høllin á Hálsi

Øll liðini vunnu um vikuskiftið sín fyrsta dyst, so kvøldsins vinnarar kunnu kalla seg oddalið í kappingini í eina løtu.

Um seinastu dystirnar:

SMS-kvinnur: VÍF, Neistin og Kyndil komu best ígongd

Burn-menn: Teir ungu avgjørdu spennandi dystir

SMS kvinnur (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL13218142
 NEISTIN12616102
 H711372982
 VÍF1302732
 VB11626-100
 STÍF25667-110
 STJØRNAN11832-140
Burn menn (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7113417172
 TEAM KLAKSVÍK2454142
 KYNDIL1252322
 VÍF1282622
 NEISTIN1282712
 KÍF24350-70
 STÍF24362-190