Klassastríð í Miðlahúsinum

Hvat snýr klassastríðið seg um í okkara tíð? Tað fara Ingeborg Vinther og Jóannes Eidesgaard at umrøða á 1. mai tiltaki, sum Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skipar fyri í Miðlahúsinum í Vágsbotni mánadagin eftir 1. mai fundin á Vaglinum.

Spurningurin um hvat klassastríðið í dag er  hvat innihaldið er og hvussu klassastríðið vísir seg  hevur verið frammi hetta seinasta árið. Formansfrágreiðingin á Landsfundinum er tulkað soleiðis, at Javnaðarflokkurin hevur avsagt klassastríðið. Onnur hava tulkað útsagnir frá fakfelagsleiðarum so, at nú er mótparturin hjá teim tímaløntu ikki longur arbeiðsgevararnir, men mánaðarløntu løntakararnir.
Men hvat halda so tveir av høvuðsleikarunum um støðuna, tá svarini skulu hvessast og bara spurningurin um klassastríðið og høvuðsuppgávurnar hjá arbeiðararørsluni skal viðgerast? Hvørjar tulkingar eru tær røttu og hvørjar nuansir eru, verða vit vónandi klókari um eftir tiltakið.
Ætlandi fara tey at umrøða bæði heimligar og altjóða spurningar. Ikki minst spurningin um, hvussu klassastríðið hættar sær í heimshøpi, nú búskaparligu mørkini kámast og frælsi alt meira merkir ótálmaðir virkismøguleikar hjá kapitalinum.
Eisini hugni og tónleikur
Umframt Ingeborg og Jóannes verður eisini tónleikaframførsla. Troubadururin Sámal Ravnsfjall, sum jú er royndur 1. mai sangari, verður eisini við á tiltakinum, har hann fer at framføra nøkur av sínum góðu løgum.
Og annars kunnu fólk hugna sær við práti og skemti afturvið einum drekkamunni.
Tiltakið verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni, tá 1. mai fundurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag er liðugur.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag bjóðar øllum at verða vælkomin á 1. mai tiltakið.