Sandoyingar fingu av sonnum oyruni í vælsmurdu álopsmaskinuna hjá sundalagsmonnum, tá teir vitjaðu við Margáir sunnudagin. Tá Eiler Rasmussen bríkslaði fyri síðstu ferð, hevði EB/Streymur skorað heili átta mál, meðan sandoyingar onki mál skoraðu.
Stórsigurin hjá sundalagsmonnum var fult uppiborin, tí EB/Streymur var klassar betri enn B71, og einki skal takast frá avrikinum hjá sundalagsmonnum. Men tað skal sigast at sandoyingar vóru út av lagi vánaligir sunnudagin. Tað var eitt skert B71 lið, sum vitjaði við Margáir sunnudagin. Símin Hansen var ikki við, og saknurin í honum var eygsýndur. Ongi hekk saman, og trygga og kompromi-leysa verjuspælið, sum riggaði til fullnar á Ólavsøku, var ikki at kenna aftur. Gestirnir gjørdu eitt hav av feilum, og var tað eisini ein orsøk til stórtapið hjá sandoyingum.
Tískil var tað ein sera vónsvikin Høgni Midjord, sum eftir dystin mátti ásanna, at avrikið hjá teimum “gulu og bláu” ikki var nøktandi.
-Vit komu til Margáir við eini vón um at fáa stig burtúr, eftir góða úrslitið í Gundadali á Ólavsøku. Tí eri eg ræðuliga vónsvikin av avrikinum hjá okkum her við Margáir, har einki hekk saman. Vit gjørdi alt ov nógvar feilir, og tá verður trupult at fáa úrtøku móti einum so góðum liði sum EB/Streymi.
Brian vísti vegin
Meðan sandoyingar skulu til at sleikja sárini eftir avsmurningin við Margáir, so hevði EB/Streyma venjarin alla orsøk til at vera nøgdur við avrikið hjá hansara monnum, og serlig Brian Olsen fær nøkur rósandi orð eftir dystin. Ungi miðvallarleikarin spældi ein branddyst, og skoraði heili fýra mál fyri sundalagsmenn.
-Brian Olsen spældi ein framúr góðan dyst í dag, og skoraði fýra mál. Men eg haldi at vit spældu sera væl sum lið, og løgdu teir undir eitt tungt trýst frá dystarbyrjan. Hetta riggaði til sera væl, sum úrslitið eisini gevur ábendingar um, sigur Heðin Askham.
Ikki kann sigast annað enn at Brian Olsen gjørdi um seg sunnudagin. Fyri steðgin hevði hann skorað tríggjar ferðir, meðan Daniel Udsen skoraði til 4-0 beint undan steðginum. Eftir steðgin var Brian aftur á blettinum, tá hann við sínum fjórða máli legði EB/Streym á odda 6-0 eftir at Gert Hansen hevði skorað til 5-0. Fram móti dystarenda skoraði fyrst Hans Pauli Samuelsen til 7-0, áðrenn Daniel Udsen skoraði til 8-0.
Samanumtikið vístu sundalagsmenn sera góðar taktir undan steypafinaluni. EB/Streymur spældi til tíðir dreyma-fótbólt ímóti einum B71 liði, sum als ikki formáddi sær nakað sum helst. Uttan at taka nakað frá sundalagsmonnum, so sigur stórsigurin eisini nógv um vánaliga avrikið hjá sandoyingum.
EB/Streymur-B71 8-0 (4-0)
1-0: Brian Olsen 12.
2-0: Brian Olsen 13.
3-0: Brian Olsen 43.
4-0: Daniel Udsen 45.
5-0: Gert Hansen 49.
6-0: Brian Olsen 55.
7-0: Hans Pauli Samuelsen 72.
8-0: Daniel Udsen 83.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen - Gudmund Nielsen (Leif Niclasen, 11.), Pauli G. Hansen (Kristoffur Jakobsen, 57.), Brian Olsen, Daniel Udsen - Sorin Anghel Hans Pauli Samuelsen, 57.), Arnbjørn Hansen
B71: Predrag Markovic – Bojan Zivic, Marko Stanic (Rúni Joensen, 65.), Jóhannes Jensen, Frits Eið (Hanus Clementsen, 25.)– Danilo Kovacevic, Bogi Hermansen, Mikkjal Hentze, Mads Hentze, Ebbe Kristin Thomsen (Thomas Hans Rubeksen, 46.) - Høgni Midjord
Heðin Askham:
- Vit spældu sera væl
Eg eri sera væl nøgdur við avrikið hjá okkum í dag. Vit spældu ein sera góðan dyst, segði ein fegin EB/Streyma venjarin eftir dystin, tá Sosialurin fekk orðið á hann.
-Uppleggið hjá okkum til dystin, var at leggja eitt høgt trýst frá dystarbyrjan, og tað riggaði sera væl, segði Heðin Askham.
Spurdur um stórsigurin var ein nøktandi fyrireiking til steypafinaluna, sigur Heðin, at tað ber ikki til at samanbera, tí steypafinalan er ein heilt onnur uppgáva.
-Nú kunnu vit fegnast um hendan sigurin, og so ræður um at fáa armarnar niður aftur, og byrja at fyrireika okkum til steypafinaluna, segði Heðin Askham at enda.










