Áskoðararnir høvdu allar orsøkir til at vænta ein spennandi dyst, tí seinasta vikuskiftið fingu skálamenn javnleik móti leirvíkingum, sum eru nærmastu kappingarneytar hjá vágamonnum. Men hesin spenningur var av ongum, tí munurin millum liðini var stórur
Teir á liðnum hjá FS Vágum eru stak væl fyri kropsliga, eru skjótir og orka væl at halda leikferðini uppi, og tað gjørdi tað torført hjá gestunum at halda tørn. At FS Vágar so samstundis eisini megnar tað skjótu umstillingina frá verju til álop ger tað bara stuttligari hjá áskoðarunum at hyggja at.
Til stuttleika kann nevnast at flestu málini í dystinum komu eftir skjótar umstillingar, og tá miðjan hjá skálamonnum ikki kláraði at fylgja við, so var verjan sum ein opnahjallur hjá vágamonnum at fara ígjøgnum. Og tað gjørdu teir so ...
Løgdu út sum eitt ódnarveður
FS Vágar løgdu hart út, og einki minni enn tóku skálamenn á bóli. Gestirnir høvdu nóg illa fingið fótin á vøllin í Sandavági áðrenn vertirnir vóru farnir framum við tveimum málum, sum Birgir Joensen gjørdi, og í grundini var dysturin avgjørdur longu aftaná teir fyrstu tíggju minuttirnar.
Hóast tvey mál frammanfyri, so vóru vágamenn ikki nøgdir. Teir vildu hava fleiri mál, og við ógvuliga beinleiðis spæli eydnaðist hetta til fulnar. Tað skal tó leggjast afturat, at høvdu vertirnir skotið mál upp á allar møguleikarnar, so er ikki óhugsandi, at teir vóru komnir upp á 24 mál!
Trý mál komu afturat í fyrra hálvleiki. Tað fyrsta fekk Sjúrður Ellefsen. Tað kom tá 16 minuttir vóru farnir og beint eftir at heimaliðið hevði brent ein "ordans direktør". Níggju minuttir seinni tvísporaði John Johansen frá skálaverjuni spældi inn til Sonna Johansen, sum hevði lætt við at skjóta bóltin fram við málmanninum til 4-0.
Einasti møguleiki skálamanna í fyrra hálvleiki kom tá ein spælari varð feldur beint uttanfyri brotseteigin. Agnar Højgaard royndi seg við beinleiðis skoti, men tað fór nakrar metrar við síðuna av málinum.
Seinasta málið í hesum hálvleikinum fekk Sjúrður Ellefsen í seinasta minuttinum og eisini tað málið kom eftir skjótt uppspæl.
Mál annulerað
Í steðginum royndi venjarin hjá Skála at umskipa spælið eitt sindur so heimaliðið ikki slapp so lætt at fatinum, og hóast aftanfyri, so tyktust ikki allir skálamenn hava mist mótið. Teir ætlaðu sær at royna, men tá so er, er altíð ein vandi fyri, at tað kostar, og tað gjørdi tað í ólukkumát hjá skálamonnum elygardagin.
Tað vóru vágamenn, sum skuldu geva bóltin upp í seinna hálvleiki. John Johansen sá, at málverjin hjá skálamonnum stóð eitt sindur langt úti, so tá hann fekk bóltin eftir at dómarin hevði bríkslað, smekkaði hann til, og bólturin endaði í kassanum. Ólukkutíð fyri hann, viðurkendi dómarin ikki málið, hóast hann sjálvur hevði sett dystin í gongd! Tveir bóltar vóru á vøllinum segði hann, og tað mundi John verða sera keddur av, tí hóast hann hevði einar fimm gyltar møguleikar, so eydnaðist tað ikki John at fáa mál í dystinum.
Átta minuttir gingu áðrenn gongd kom aftur á málskjótingina, og tá hol kom á, var tað ein skálamaður, sum hjálpti vertunum á veg. Ein bóltur varð spældur úr høgru inn fyri mál, og hóast fleiri royndu at fáa høvdið á, so vóru teir allir ov stuttir. Tað var Marius ikki, og hann "plaseraði" bóltin dygst við vinstru stong, uttan møguleika hjá málmanninum at gera nakað sum helst við hann.
Nú fingu vertirnir lætt spæl og eftir hetta málið skrædnaði skálaverjan fullkomiliga. Sjenda málið kom í 58. minutti. Sonni Johansen skoraði.
Bert tveir minuttir eftir var Birgir Joensen aftur á blettinum og gjørdi sítt triðja mál til 8-0. Tríggjar minuttir eftir tað økti Sjúrður Ellefsen við sínum triðja málið til 9-0. Skála var nú fullkomiliga í upploysn, og tí hevði Birgir lætt við at gera tvey mál afturat, meðan Hannus Olsen rundaði av og gjørdi tað til endaliga 12-0.










